16 ára gamla Yrsa Halsdóttir Djurhuus fer at kappast á Landsmóti Hestamanna
Okkum kunnugt er Yrsa Halsdóttir Djurhuus fyrsti føroyingur, sum kappast á stóru íslendsku rossastevnuni, Landsmót Hestamanna, sum verður hildin á Hólum í Íslandi í døgunum 5. til 11. juli. Yrsa arbeiðir fyri tíðina á garðinum hjá Súsonnu Sand Ólafsdóttir, sum nógvir føroyingar kenna í rossahøpi. Yrsa fór í praktikk hjá Súsonnu í 9. flokki í…
