|

30 ross dystast við leynavatn leygardagin

Leygardagin kl 14 verður onnur FM kappingin í kappríðing.

Stórur spenningur er undan kappríðingina við Leynavatn nú leygardagin. 30 ross eru tilmeldaði og sum so ofta er serligur spenningur um hvør fer at vinna tvíspor vaksin 1 flokk. Silfá við Ásu Bárðardóttir vann fyrstu kappingina, men hon skal renna móti Sprota og Helenu Dagmar Nilssen úr Vági, sum tók øll á bóli og fekk næstbestu tíð seinast. Nú sleppur Sproti so av álvara at vísa um hann megnar at kappast móti teimum allarbestu. Eisini eru bæði fyrrverandi føroyameistarin Freyr við Onnu Magnussen og Bragi við Barbaru R. Mouritzen við í kappingini, so har kann alt henda.

6 ross eru við í tvíspor vaksin 1 flokkur og 3 ross í Tvíspor vaksin 2 flokkur. Størsti flokkurin er Tvíspor ung, har eru 8 ross við. Travflokkinum eru 7 ross við, Skeið 3 ross og tølt somuleiðis 3 ross.

Øll paringin sæst her

Screenshot