Rebekka Jansdóttir Simonsen lokið prógv á Hólum
Tá 17 næmingar herfyri fingu handað prógv í BSc í Reiðmennsku og Reiðkennslu / Riding and Riding Instruction frá Háskúlanum á Hólum í Íslandi, var ein føroyingur teirra millum. Rebekka er ein av heilt fáum føroyingum, sum hava hesa útbúgvingina. Flestu næmingarnir vóru úr Íslandi, men eisini vóru næmingar úr Týsklandi, Eysturríki og Noregi í sama flokki.
Rebekka hevur seinastu trý árini nomið sær hollan lærdóm um nýggjastu vitanina og feskastu granskingina av íslendska rossinum, tá talan er um ríðing og ríðiundirvísing. Bachelor-uppgávan hjá Rebekku snúði seg um ríðiundirvísing í Føroyum.
Tey, sum hava tikið hesa útbúgvingina, hava ognað sær bæði teoretiskar og praktiskar royndir – bygdar á akademiska kunning eins væl og víðfevnandi venjing við og á rossi – sum tey kunnu brúka í sínum arbeiði sum ríðiundirvísarar og í arbeiðnum við at venja ross á ymiskan hátt. Stórur dentur verður alla tíðina lagdur á rossavælferðina í skúlanum á Hólum.
Á skúlanum hava næmingarnir fleiri ymisk ross í undirvísingini. Teir skifta ímillum ymisk ross til ymiskar uppgávur, so sum at tilríða, gonguseta, leggja í skeið, kynbótavenjing, gæðingafimi, kappingar, sýningar o.m.a. Eisini hava næmingarnir eitt ross, sum teir til endans skulu upp í eina sera umfatandi roynd við. Har skulu øll fimm gonguløgini vísast, umframt ein hópur av venjingum. Rebekka stóð endaligu royndina á egnu ryssu sínari, Salku frá Runnum, sum vit síggja á myndini.
Eftir stuttan steðg her heima, fer Rebekka í fyrstu atløgu yvir aftur til Íslands, har hon fer at arbeiða á einum garði á Suðurlandinum við at tilríða ross, venja ross og undivísa.
Vit ynskja Rebekku hjartaliga tillukku við útbúgvingini.
