-
-
Freyr og Anna vunnu við Leynavatn
Á einari tungari breyt var fyrrverandi føroyameistarin Freyr, einasta ross ið megnaði at koma undir 20 sekund á 250 metra breytini. Váta veðrið hevði sína ávirkan á breytina við Leynavatn, nú næsta FM kappingin var leygardagin. Tá breytin er tung krevur tað meira av ross og reiðfólkið. Hetta kynstrið meistraði fyrrverandi føroyameistarin Freyr við Onnu…
-
16 ára gamla Yrsa Halsdóttir Djurhuus fer at kappast á Landsmóti Hestamanna
Okkum kunnugt er Yrsa Halsdóttir Djurhuus fyrsti føroyingur, sum kappast á stóru íslendsku rossastevnuni, Landsmót Hestamanna, sum verður hildin á Hólum í Íslandi í døgunum 5. til 11. juli. Yrsa arbeiðir fyri tíðina á garðinum hjá Súsonnu Sand Ólafsdóttir, sum nógvir føroyingar kenna í rossahøpi. Yrsa fór í praktikk hjá Súsonnu í 9. flokki í…
-
30 ross dystast við leynavatn leygardagin
Leygardagin kl 14 verður onnur FM kappingin í kappríðing. Stórur spenningur er undan kappríðingina við Leynavatn nú leygardagin. 30 ross eru tilmeldaði og sum so ofta er serligur spenningur um hvør fer at vinna tvíspor vaksin 1 flokk. Silfá við Ásu Bárðardóttir vann fyrstu kappingina, men hon skal renna móti Sprota og Helenu Dagmar Nilssen…
-
Nógv gull til systrarnar Ragnheiður og Arnfríð í triðju Safari FM-kappingini
Á myndini síggja vit Ragnheiður uttast til vinstru og Arnfríð uttast til høgru. Á rossinum situr lítlasystir teirra, Brynja, sum eisini hevur stóran áhuga fyri rossum. Fýra dagar við skeiðkapping, sport-kappingum og gæðingakeppni hava verið á skránni í Havnardali um vikuskiftið, har ikki færri enn 52 pør høvdu meldað til í 15 ymiskum flokkum. Nógvar…
-
Sproti og Helena úr Vági tóku øll á bóli
Silfá og Ása Bárðardóttir vunnu Tvíspor 1 flokk, men ein hestur úr Vági var stóra søgan, aftaná kappríðingina í Vágum í gjár. Hóast tað vóru tríggir FM vinnarir við í Tvíspor vaksin, so var tað unga vágsgentan, Helena Dagmarsdóttir Nielsen, sum var stóra samtaluevnið aftaná fyrstu FM kappingina, sum var hildin í Vágum leygardagin. Tey…
-
28 ross kappast í Vágum í dag kl 14
Fyrsta FM kappingin í kappríðing, verður kl 14 í dag á breytini hjá Vága Ríðingarfelag við flogvøllin. 28 ross eru tilmeldaði og eru tey bólka soleiðis. Fyrst verður kappast á 100 metrum í tølt og skeið, í tølt eru 5 ross við og í skeið eru 2 ross við. Síðani verður farið út á 250…
