|

28 ross kappast í Vágum í dag kl 14

Fyrsta FM kappingin í kappríðing, verður kl 14 í dag á breytini hjá Vága Ríðingarfelag við flogvøllin. 28 ross eru tilmeldaði og eru tey bólka soleiðis. Fyrst verður kappast á 100 metrum í tølt og skeið, í tølt eru 5 ross við og í skeið eru 2 ross við. Síðani verður farið út á 250 metrar og har verður byrjað við travinum. í tí bólkinum eru 6 ross við. Næsta greinin er Tvíspor ung, har eru 5 ross við. Tvíspor vaksin 2 fl. eru 4 ross við og sama tal er við í tvíspor vaksin l flokkur.

Spenningurin er sum altíð stórur undan fyrstu kappingini, kanska serliga í Tvíspor vaksin l flokkur, har eru trý ross við sum hava vunnið FM, tey eru Freyr, Silfá og Sirkill og seinasta rossið Marengo kann sanniliga eisini gera um seg á einum góðum degi.

Paringar síggjast niðanfyri.