|

Sproti og Helena úr Vági tóku øll á bóli

Silfá og Ása Bárðardóttir vunnu Tvíspor 1 flokk, men ein hestur úr Vági var stóra søgan, aftaná kappríðingina í Vágum í gjár.

Helena Dagmarsdóttir Nielsen og Sproti høvdu næstbestu tíð á breytini

Hóast tað vóru tríggir FM vinnarir við í Tvíspor vaksin, so var tað unga vágsgentan, Helena Dagmarsdóttir Nielsen, sum var stóra samtaluevnið aftaná fyrstu FM kappingina, sum var hildin í Vágum leygardagin. Tey bæði gjørdu tað bragd, at hóast tey vóru bólkaði í øðrum flokki, so rann Sproti so mikið væl at tíðin hjá teimum, var næstbesta tíð á breytini hendan dagin. Tíðin hjá Sprota var 18,33 sek uppá 250 mtr. Sproti og Helena D. Nielsen vunnu annan flokk greitt, nummar tvey var Spirit, Drós Andriasardóttir reið á Spirit. Nummar trý vóru Báran og Hanus Patursson.

Bestu tíðina á degnum, hevði Silfá og Ása Bárðadóttir, tey høvdu tíðina 18,15 sek. Tey vunnu sostatt fyrsta flokk, nummar tvey í fyrsta flokki gjørdist Freyr og Anna Magnussen við tíðini 19,55 sek. Nummar trý var Marengo og Laila W. Mouritzen við tíðini 20,48. Ein keðiðilig hending var, tá seinasti riðilin skuldi vera, føroyameistarin frá í fjør, Ranja H. Djurhuus datt av hestinum og kom til skaða áðrenn riðilin var settur í gongd. Vit ynskja Ranju skjótan og góðan bata.

Tvíspor ung vann Kiljan við Simonu Tornby á baki, nummar tvey var Tittan og Brynja Lútzen og nummar trý Stormur og Eyðdis H. Djurhuus. Travi vann Hallur Hansen á Gretti, nummar tvey var Gígur og Simona Tornby og nummar trý gjørdist Dropi og Lív Djurhuus.

Johannessen brøðurnir, Regin og Bárður vunnu ávíkavist tølt og skeiðgreinina. Regin vann tølt á hestinum Brynjar og Bárður skeið, á ryssuni Kviku. Nummar tvey í tølt vóru Tango og Silja G. Eystberg og nummar trý Strákur og Bárður Johannessen. Nummar tvey í skeiðnum vóru Brúni og Jóannes Debes.