Ríðimennarin í Suðuroy

Ríðimennarin í Suðuroy

Sum liður í ungdómsmenningini hjá Ríðisambandinum, hevur ungdómsmennarin Nina Brockie, hetta vikuskiftið verið í Suðuroy og lagt lag á hjá ungu limunum í Suðurross. Suðurros er nýggjasti limurin í Ríðisambandinum og tí er sera hugaligt at ungdómsmenningin nú eisini røkkir teirra limum. Nina Brockie ungdómsmennari, letur væl at umstøðunum hjá Suðurross ið húsast í gomlu…

Framúr føroysk úrslit í altjóða kapping

Framúr føroysk úrslit í altjóða kapping

Eitt gull og eitt silvur til føroyskar reiðkvinnur, á Icehorse festival í Herning. Seinasta vikuskiftið vóru tvær føroyskar reiðkvinnur, á stórari altjóða kapping í gonguløgum í Herning. Hetta er størsta altjóða kappingin, har kappast verður innandura og sum telur við sum WRL kapping. Tað vóru tær báðar Rakel B. Tindskarð og Elin V. Tindskarð sum…

Suðurross nýggjur limur í Ríðisambandinum

Suðurross nýggjur limur í Ríðisambandinum

Skipaða ríðingin hevur av álvara fingið fastatøkur sum ítrótt í Suðuroynni. Á aðalfundi hjá Ríðisambandinum herfyri, varð einmælt samtykt, at ganga umsókn frá Suðurross um limaskap á møti. Ríðisambandið fegnast stórliga um limaskapin hjá suðringum, sersambandið ásannar at Suðurross hevur gjørt eitt stórt og miðvíst arbeiði fyri at menna ríðingina sum ítrótt í Suðuroy og…

Frá 0% til 100% javnstøðu í Ríðisambandinum

Frá 0% til 100% javnstøðu í Ríðisambandinum

Aðalfundurin hjá Ríðisambandinum var hildin í morgun, frá at vera bara mannfólk í nevndini, eru nú tvey konufólk og tvey mannfólk. Ríðingin er seinastu árini broytt nógv, frá at vera ítrótt næstan burturav fyri mannfólk, er gongdin seinastu árini broytt til at flestu av teimum ungu ið ríða eru konufólk. Hetta hevur tó ikki sæst…

Svanna vann FM

Svanna vann FM

Á fimtanda sinni vann ross hjá hjúnunum Maritu Askham og Hans P. Poulsen FM heitið í Tvíspor. Leygardagin var stórur FM dagur, á breytini hjá Føroya Ríðingarfelag í Marknagili. Seinasti kappingardagur var og stórur spenningur var um summar greinar. Størsti spenningur er oftast um hvør vinnur FM í Tvíspor vaksin. Hesaferð var tað Svanna við…

Móttøka fyri NM landsliðnum

Móttøka fyri NM landsliðnum

Í kvøld verður skipað fyri móttøku fyri okkara reiðfólkum, nú tey koma heim av Álandi við bestu úrslitum nakrantíð Í samband við at føroysku reiðfólkini og ross teirra koma heim við Norrønu í dag, verður skipað fyri almennari móttøku fyri teimum, at heiðra tey og rossini fyri teirra framúr avrik. Móttøkan verður í Tølthøllini hjá…

Dreymurin gjørdist veruleiki

Dreymurin gjørdist veruleiki

Føroya hava á fyrsta sinnið vunnið NM kappingina í gonguløgum. Hetta gjørdist veruleiki í dag, tá Knút Lútzen á Kára frá Ásbrá, vann sanførandi í greinini GDB Gæðingakeppni. Tað er ein ovurfegin føroyskur hópur sum í hesu løtu fegnast á Álandi, um at Føroyar á fyrsta sinnið hevur fingið ein norðurlendskan meistara. Hetta hendi nú…

Knút Lútzen og hesturin Kári frá Ásbrá eisini í A finalu

Knút Lútzen og hesturin Kári frá Ásbrá eisini í A finalu

Góðu úrslitini hjá føroyska hópinum til norðurlandameistarheitið í Álandi, tykjast ikki at fáa nakran enda, í dag vunnu Knút Lútzen á Kára frá Ásbrá sannførandi B finaluna og tryggjaði sær harvið pláss í A finaluni. Hóast mótbrekkan frammanundan B finaluna í GDB Gæðinga í dag kundi tykjast møtimikil hjá Knúti og hesti hansara Kára frá…