Úttøka til landsliðið
NM í gongulagskappingum fyri íslendsk ross verður í Everöd
í Svøríki frá 4.-9. august 2026.
Fyri at kvalifisera seg til landsliðið, skal eitt par – ross og ryttari – røkka einum ávísum karakteri til aðra av hesum uttandura FM-gongulagskappingunum:
Safari FM 2, sum verður 14.-16. mai ella
Safari FM 3, sum verður 11.-13. juni
Freist at boða frá
Er onkur, sum kundi hugsað sær at roynt at kvalifisera teg til landsliðið, so er seinasta freist at boða frá hesum sunnudagin 24. mai 2026
Boðast skal frá við at venda sær til skrivaran hjá Ríðisambandi Føroya á telduposti: [email protected] ella við at ringja 219618
