FM kalendarin 2024 lagdir

FM kalendarin 2024 lagdir

Nú er klárt hjá reiðfólki at leggja sær venjing og feriu fyri vár og summar 2024 tilrættis, Ríðisambandið hevur almannakunngjørt FM kalendarin fyri í ár. Á fundi fyri viku síðani bleiv FM kalendarin fyri gongulagskappingar og kappríðingar endaliga lagdur, hetta merkir at nú kunna reiðfólk og áhugaði fara inn á ein felags kalendara á heimasíðuni…

Grani bar gullið úr Vágum

Grani bar gullið úr Vágum

Nýggjur hestur vann Tvíspor vaksin – Grani vann á degnum, men Ása Bárðardóttir gjørdist yngsti FM vinnari nakrantíð Eisini tann seinasta kappríðingin í ár gjørdist spennandi. Fimm kappingar hava verið og í Tvíspor vaksin vóru fýra ymiskir vinnarar. Silfa og 16 ára gamla Ása Bárðardóttir vóru tær einastu ið vunnu tvær kappingar. Tær gjørdist eisini…

Rakel vann fyrsta HM heiðursmerkið til Føroyar

Rakel vann fyrsta HM heiðursmerkið til Føroyar

Rakel vann silvur fyri Føroyar í HM í Hollandi Fyri fyrstu ferð hava Føroyar vunnið eitt heiðursmerki í HM í gongulagskapping fyri íslendsk ross. Hetta hendi leygardagin, tá Rakel Brattalíð Tindskarð gjørdist silvurvinnari i tøltkappingini, T1, fyri ung. Fyrstu ferð við til HM Hetta var fyrstu ferð, at 19 ára gamla Rakel Brattalíð Tindskarð luttók…

Rakel B. Tindskarð vant burturúr hinum til DM

Rakel B. Tindskarð vant burturúr hinum til DM

Unga Rakel B. Tindskarð gjørdi bart til DM í gonguløgum farna vikuskiftið. Hon kappaðist á hesti sínum, Silas vom Forstwald, í greinini T1 fyri ung reiðfólk. Rakel ikki bara vann kappingina, men hon var rættiliga langt frammanfyri nummar tvey. Rakel og Silas høvdu karakterin 7,22. Á øðrum plássið komu tvey ross við sama úrslitið, tey…

Eldsálirnar í Vágum

Eldsálirnar í Vágum

Í dag klokkan 12 verður nýggja ríðihøllin hjá Vága Ríðingarfelag tikin í nýtslu. Høllin er bygd í Miðvági og er eisini ein lon av rossahúsum, bygt fast í høllina. At høll og rossahús eru komin upp at standa, er mest hesum monnunum á myndini fyri at takka – Uttan hesar eldsálirnar og øðrum sjálvbodnum, so…

Ríðimennarin í Suðuroy

Ríðimennarin í Suðuroy

Sum liður í ungdómsmenningini hjá Ríðisambandinum, hevur ungdómsmennarin Nina Brockie, hetta vikuskiftið verið í Suðuroy og lagt lag á hjá ungu limunum í Suðurross. Suðurros er nýggjasti limurin í Ríðisambandinum og tí er sera hugaligt at ungdómsmenningin nú eisini røkkir teirra limum. Nina Brockie ungdómsmennari, letur væl at umstøðunum hjá Suðurross ið húsast í gomlu…

Framúr føroysk úrslit í altjóða kapping

Framúr føroysk úrslit í altjóða kapping

Eitt gull og eitt silvur til føroyskar reiðkvinnur, á Icehorse festival í Herning. Seinasta vikuskiftið vóru tvær føroyskar reiðkvinnur, á stórari altjóða kapping í gonguløgum í Herning. Hetta er størsta altjóða kappingin, har kappast verður innandura og sum telur við sum WRL kapping. Tað vóru tær báðar Rakel B. Tindskarð og Elin V. Tindskarð sum…

Suðurross nýggjur limur í Ríðisambandinum

Suðurross nýggjur limur í Ríðisambandinum

Skipaða ríðingin hevur av álvara fingið fastatøkur sum ítrótt í Suðuroynni. Á aðalfundi hjá Ríðisambandinum herfyri, varð einmælt samtykt, at ganga umsókn frá Suðurross um limaskap á møti. Ríðisambandið fegnast stórliga um limaskapin hjá suðringum, sersambandið ásannar at Suðurross hevur gjørt eitt stórt og miðvíst arbeiði fyri at menna ríðingina sum ítrótt í Suðuroy og…

Frá 0% til 100% javnstøðu í Ríðisambandinum

Frá 0% til 100% javnstøðu í Ríðisambandinum

Aðalfundurin hjá Ríðisambandinum var hildin í morgun, frá at vera bara mannfólk í nevndini, eru nú tvey konufólk og tvey mannfólk. Ríðingin er seinastu árini broytt nógv, frá at vera ítrótt næstan burturav fyri mannfólk, er gongdin seinastu árini broytt til at flestu av teimum ungu ið ríða eru konufólk. Hetta hevur tó ikki sæst…

Svanna vann FM

Svanna vann FM

Á fimtanda sinni vann ross hjá hjúnunum Maritu Askham og Hans P. Poulsen FM heitið í Tvíspor. Leygardagin var stórur FM dagur, á breytini hjá Føroya Ríðingarfelag í Marknagili. Seinasti kappingardagur var og stórur spenningur var um summar greinar. Størsti spenningur er oftast um hvør vinnur FM í Tvíspor vaksin. Hesaferð var tað Svanna við…