FM kalendarin 2024 lagdir

Nú er klárt hjá reiðfólki at leggja sær venjing og feriu fyri vár og summar 2024 tilrættis, Ríðisambandið hevur almannakunngjørt FM kalendarin fyri í ár.

Á fundi fyri viku síðani bleiv FM kalendarin fyri gongulagskappingar og kappríðingar endaliga lagdur, hetta merkir at nú kunna reiðfólk og áhugaði fara inn á ein felags kalendara á heimasíðuni hjá Ríðisambandinum og síggja allar FM kappingar og onnur tiltøk fyri reiðfólk

Kalendarin sæst á leinkju her https://ridisamband.fo/index.php/kalendari/

Takast skal tó hædd fyri at broytingar kunna koma í skránna, serliga vegna tunnilsarbeiði í Marknagili – Hetta kann ávirka kalendarin frá ólavsøku og restina av kappingarárinum