Rakel B. Tindskarð vant burturúr hinum til DM

Unga Rakel B. Tindskarð gjørdi bart til DM í gonguløgum farna vikuskiftið. Hon kappaðist á hesti sínum, Silas vom Forstwald, í greinini T1 fyri ung reiðfólk. Rakel ikki bara vann kappingina, men hon var rættiliga langt frammanfyri nummar tvey. Rakel og Silas høvdu karakterin 7,22. Á øðrum plássið komu tvey ross við sama úrslitið, tey bæði rossini høvdu 6,89, so heilt fittur munur.

Av tí at Rakel B. Tindskarð sum býr í Hirtshals, hevur valt at kappast fyri heimlandið Føroyar, so kann hon ikki vinna DM. Hon gjørdist tó greiður vinnari á DM kappingardegnum. Sama var galdandi í T1 bólkinum hjá teimum vaksnu, har vann Jóhann R. Skúlason úr Íslandi á degnum.

DM kappingin er liður í fyrireikingini hjá Rakel og Silas til HM í Hollandi sum verður í komandi mánað. Um úrslitið tá gerst líka gott, kann bert tíðin vísa.

Ríðisamband Føroya ynskir Rakel B. Tindskarð til lukku við framúr flotta úrslitinum og góða eyðnu til HM.