Framúr føroysk úrslit í altjóða kapping

Eitt gull og eitt silvur til føroyskar reiðkvinnur, á Icehorse festival í Herning.

Seinasta vikuskiftið vóru tvær føroyskar reiðkvinnur, á stórari altjóða kapping í gonguløgum í Herning. Hetta er størsta altjóða kappingin, har kappast verður innandura og sum telur við sum WRL kapping. Tað vóru tær báðar Rakel B. Tindskarð og Elin V. Tindskarð sum umboðaðu Føroyar í kappingini. Báðar hava tær nýligani fingið nýggjar hestar og vóru tí sera spentar nú hestarnir skuldi standa sína roynd. Tær hava eisini báðar vant miðvíst til hesa kapping.

Tað gekk eisini framúr væl, hetta sjálvt um tær kappaðust móti fremstu reiðfókunum úr Norra, Svøríki, Danmark og Týsklandi, so dottu tær báðar og hestarnir als ikki niðurímillum, heldur tvørturímóti. Rakel kappaðist í greinini T1 – Young Riders og tá kappingin var av, stóðu hon og hesturin Silas Wom Forstwald ovast á sigurspallinum við einum gullheiðursmerkið, úrslitið hjá teimum báðum var so gott at tey enntá sloppu at kappast við í finaluni hjá teimum vaksnu – Framúr úrslit hjá ungu Rakel og hestinum Silas, her er gott í væntu, tað er heilt vist.

Elin V. Tindskarð og hesturin Oskar frá Breiðstøðum, kappaðust í greinini T2 hjá vaksnum. Teirra úrslit var eisini framúr gott, aftaná at hava vunnu sær pláss í finaluni við at gerast nr 2 í innleiðandi, so gjørdi tey ikki mætari í A finaluni, enn at fáa nevt sama úrslit í, sum tann ið vann í innleiðandi – Dómaranir skuldi so taka avgerð um hvør skuldi vinna á degnum, hendan avgerðin fall so tíanverri ikki til fyrimuns fyri Elin og Oskar. Men eitt silvurmerkið í tílíkari kapping er eitt frálíkt úrslit, sum tey bæði kunna vera errin um.

Elin V. Tindskarð sigur at bæði hon og Rakel B. Tindskarð venja miðvíst til HM kappingina, sum verður í Hollandi í summar og at Icehorse Festival er ein liður í hesum.

Rakel B. Tindskarð og Silas