Frá 0% til 100% javnstøðu í Ríðisambandinum

Aðalfundurin hjá Ríðisambandinum var hildin í morgun, frá at vera bara mannfólk í nevndini, eru nú tvey konufólk og tvey mannfólk.

Nývalda nevndin í RF, frá vinstru. Brandur í Dali, formaður, Poula Tornby, tiltakslimur, Valborg Laksafoss, nevndarlimur og Zacharias R. Jacobsen, næstformaður

Ríðingin er seinastu árini broytt nógv, frá at vera ítrótt næstan burturav fyri mannfólk, er gongdin seinastu árini broytt til at flestu av teimum ungu ið ríða eru konufólk. Hetta hevur tó ikki sæst aftur í nevndini hjá Ríðisambandinum, nevndin hevur frá stovnan í 1997 til nú, burturav verið “mannað” við mannfólkið.

Hetta broyttist tó fyrrapartin í dag, tá sersambandið innan ríðing helt aðalfund. Aðalfundurin valdi hesi fólk at standa á odda fyri ríðingini komandi árið. Brandur í Dali, formaður, Zacharias R. Jacobsen, næstformaður, Valborg Laksafoss, nevndarlimur og Poula Tornby, tiltakslimur. Sostatt er nú javnstøða innan kynini tá fundast verður framyvir.

Ríðingin hevur verið fyri støðugum vøkstri seinastu árini, bæði á høvuðsøkjunum og eisini runt landið. Hetta er nakað sersambandið fegnast stórliga um og arbeiðast skal framvegis við at fáa fleiri limir og feløg við í Ríðisambandið. Um alt gongur sum ætlað er limatalið í sersambandinum tvífalda frá 2020 til 2023.