Nógv góð ross at síggja í aðru Safari uttandurakappingini

Nógv góð ross at síggja í aðru Safari uttandurakappingini

Hesi trý fingu øll sama stigatal í kappingini T1. Dómararnir mettu so um, hvør kláraði seg et vet betur enn hini, so úrslitið bleiv: Nr. 1: Knút Lützen og Stæll frá Skagaströnd, nr. 2: Sólrun H. Poulsen og Rjóð frá Kjarri, nr. 3 Valborg Laksáfoss og Kári frá Ásbrú. Nr. 4 gjørdist Jacklin Durhuus og…

Sleipnir og Tórbjørn á vitjan í Havnardali

Sleipnir og Tórbjørn á vitjan í Havnardali

Fríggjadagin vóru umboð fyri ríðifelagið Sleipnir og borgarstjórin í Runavík, Torbjørn Jacobsen á vitjan í Havnardali. Ørindini hjá teimum, var at kunnað seg um, hvussu ríðifeløgini í høvuðstaðnum eru skipaði og undir hvørjum treytum fjós, breytir o.a. er bygt á økinum í Havnardali. Brandur í Dali, formaður í Føroya Ríðingarfelag og Ríðisamband Føroya, vísti runt…

Silja vann tvífalt FM

Silja vann tvífalt FM

Hóast hon ikki vann á degnum, so gjørdist Silja G. Eystberg tvífaldur føroyameistari í kappríðing. Kappingin í Tvíspor vaksin hevur sjáldan verið so jøvn sum í ár. Tað var eisini spenningur líka til seinasta riðil, tá FM kappingin í gjár var avgjørd í Vágum. Seinasti riðil var ein beinleiðis finala um hvør skuldi gerast føroyameistari…

Søguliga góð úrslit til NM

Søguliga góð úrslit til NM

Ongantíð fyrr hava føroysk reiðfólk fingið so góð altjóða úrslit, sum nú til Norðurlandameistarakappingina í Danmark. Tað er frøði í føroysku leguni sum í hesum døgum ferðast heim, aftaná eitt sera væleyðnað NM í Herning í Danmark. Tí ongantíð fyrr hava úrslitini verið so góð sum hesu ferð. Fyrr hava tað verið einstøk reiðfólk ið…

NM silvur til Knút Lútzen og Kára frá Ásbrú

NM silvur til Knút Lútzen og Kára frá Ásbrú

Enn einaferð hava Knút Lútzen og hestur hansara Kári frá Ásbrú, vunnið heiðursmerkið í altjóða kapping Tað var stórur spenningur undan finaluni í Gæðingakeppni á NM í gonguløgum, ið var hildin í Herning í Danmark farna vikuskiftið. Tað var heldur ikki uttan orsøk, tí fyri fyrstu ferð skuldi eitt ross úr Føroyum verja eitt NM…

Húskið í Dýrindalsgøta skal kappast til NM

Húskið í Dýrindalsgøta skal kappast til NM

Tá NM í gonguløgum fyri íslandsross byrjar hósdagin í Herning, so er ein sjáldsom úttøka á føroyska landsliðnum. Tí í størsta føroyska hópinum nakrantíð, er m.a. eitt húskið úr Dýrindalsgøtu í Hoyvík. Talan er um hjúnini Valborg Laksafoss og Knút Lútzen og tvey av børnum teirra, Elma Laksafoss og Jason Lútzen. At eitt húskið er…