Spenningur undan finalunar leygardag
Tað vóru nógv fólk, bæði reiðfólk og áskoðarir úti í Havnardali í kvøld, har innleiðandi umførini til FM finalur og Føroyaleikir innan gongulagsríðing hava verið.
Hóast mjørkin argaði eina løtu, so nakrir av dómarunum, ið skuldi koma úr Íslandi vóru seinkaðir so hevur kappingin gingið fínt. Meðan man hoyrdi íslandsflogfarið murra omanfyri Kráarheygg tóku lokalir dómarir yvir til flogfarið var lent og dómarinir komnir til kappingarbreytina.
Finalurnar byrja í morgin leygardag kl 13, har verður kanska serliga spennandi at fylgja teimum sum skula umboða Føroyar til NM á Álandi um ein góðan mánað.