KAPPAST VIÐ FYRIVARNI

Leygardagin skipar Vága Ríðingarfelag fyri kappríðing við flúgvarabedingini. 

Ríðisamband Føroya og Vága Ríðingarfelag hava verið í samband við ÍSF og hava í felag gjørt leiðreglar um hvussu kappingin kann fyriskipast nú korona aftur er í Føroyum. 

Tá korona í vár tók alt Føroyar á bólið, var avgjørt at útseta allar kappingar nakrar vikur. Royndirnar frá í vár skuldi tó gjørt at vit nú eru betri før at takla støðuna, soleiðis at kappast kann við tryggleika. 

Áskoðarir vera loyvdir, men tað verður fyriskipað sambært koronatilmælum, soleiðis at tað verður maks 100 fólk hvørju megin breytina, øll vera skrásett við navn og tlf nummar, eisini verður heitt á fólk um at halda frástøðu.