Dagførdar 2025

Grein 1
Gongdseti: Hann setur rossini á gongd, heldur skil á fráferðarstaðnum, og hava øll har skyldu til at gera eftir boðum hansara. Gongdsetin hevur ein ella fleiri menn sær til hjálpar.
Gongdsetin saman við hjálparmonnum á fráferðarstaðnum kunnu vísa rossi burtur, um teir halda gilduga orsøk vera til tess.
Dómsnevnd: Rættindi til dómarastarv við kappríðingar veitir nevndin hjá fyriskipara. Hon setur sær samtíðis reglur um veiting av dómararættindum. Dómsnevndina skipa trý fólk, og miðað skal verða ímóti, at tey øll hava dómararættindi og hon ger í øllum eftir tí, sum hesi áseta, og dómi hennara skal verða fylgt í øllum lutum. Tó má hon ongantíð siga endaligan dóm um einstakt skeið, fyrr enn hon hevur samráðst við gongdsetan eftir hvørt skeið. Dómsnevndin hevur eisini innan verkøki sítt at fylgja við røð rossanna á mál, og eisini at eygmeta bilið millum teir fyrstu, og býta teir arbeiði í millum sín, t.d. ein dømir hvat ross er fyrst á mál og samstundis hvussu langt er millum 1. og 2. ross o.s.frv. Dómsnevndin eigur at vera beint áraka málstrikuna, har skal dómspallurin standa.
Heimilt er at útvega dómsnevndarfólk, so nógv, sum tey, sum skipa fyri kappríðingini, halda tað vera neyðugt.
Tikin verður ein tíð av hvørjum rossi. Er ivamál um einstaka tíð, verður tíðin hjá viðkomandi rossi avgjørd eftir roknaðari táðartalvu. Hava fleiri ross úr ymsum skeiðum somu tíð, og tað geldur virðisløn, verður kappast umaftur millum viðkomandi ross uttan at tíð verður tikin. Óviðkomandi hava onga atgongd til dómsøki og øki har lopið byrjar.

Grein 2
Dómsnevndin hevur skyldu til, áðrenn kappríðing byrjar, at hyggja eftir ríðingarøkinum og fullvissa seg um, at vøllurin er ikki av tungur, grýtutur, óslættur ella á annan hátt so vánaligur, at rossum og ríðarum kann standast vandi av. Framvegis at girt er millum ríðingarbreyt og áskoðaraøki, og at møguleikar eru fyri at halda fult skil á kappríðingini. Teir sum stíla fyri, skulu hava tøka váttan um, at vegalongdir eru mátaðar.

Grein 3
Tað er strangliga bannað, at starvslið við kappríðing ella ríðarar drekka sterkar drykkir, meðan leikur fer fram, og sæst á nøkrum teirra, sum er luttakandi ella starvandi við kappríðing, tá hevur hann fyrigjørt rætti sínum til luttøku ella starvs.

Grein 4
Ross, sum skulu taka lut í kappríðingum, eiga at vera vand eina tíð fyri hvørja kappríðing. Dómsnevndini er heimilt at krevja ríðara og ross til royndarríðing áðrenn kapping fer fram. Roynt skal verða at fáa so nógvar upplýsingar sum gjørligt um rossini, so sum lit, aldur, stødd, bygging, gongulag, ætt, uppruna teirra og avrik, m.a. til nýtslu hja frásøgumanni.

Grein 5
Heimilt er at útihýsa rossi frá luttøku, sum er skjarligt, lúnskt ella so látað, at skaði kann standast av, og gongdsetin saman við hjalparmonnum sínum ger úrskurð um hetta.
Gildug orsøk kann eisini vera um ross er illa í holdum, illa røkt eisini íroknað hógvarøkt, ella vísir tekin um at vera halt. Reiðfólk kann kæra avgerð hja Gongdseta til dómsnevndina, teirra avgerð er endalig.

Grein 6
Reiðtýggi og útbúnaður hjá ríðara skulu vera í góðum standi og í øllum lutum undir eftirlitið hjá gongdsetanum og hjálparmonnum hansara. Eisini skal útgerð taka støði í rossavælferð.
lkki kann sami ríðari, uttan loyvi fra dómanevndini, vera innritaður uttan a eitt ross í hvørjari kappríðing hja Føroya Ríðingarfelag. Ross hava bert loyvi at luttaka í einum flokki. Undantikin renning (tølt, trav o.a.).
Krav er at øll reiðfólk nýta góðkendan ríðihjálm, ung undir 16 ár skulu harafturat nýta ryggverju.

Grein 7
Ger ríðari brot á almennan sóma ella heldur hánt um settar reglur ella aðrar fyriskipanir, kann dómsnevnd ella gongdseti saman við hjálparmonnum sínum vísa honum burtur av skeiðvøllinum. Tann, ið eigur viðkomandi ross ella tann, sum hevur abyrgd av tí, hevur skyldu til beinanvegin at útvega annan ríðara í staðin fyri hin, sum burtur varð rikin. Eydnast tað ikki, kann tað rossi ikki longur taka lut í kappriðingini.

Grein 8
Ta ið dómsnevndin hevur skipað øll ross til kappingar, stíga ríðarar á ross síni og ríða inn á vøll. Áraka dómspallin steðga tey og lata rossini venda høvdinum móti dómsnevndini og bíða eftir nærri skipanum hennara.

Grein 9
Meðan riðið verður, kann ríðari royna at eggja ross sítt við at trýsta føturnar at rossinum. Dómsnevndini er heimilt at átala ríðara fyri ólátaða nýtslu av fótum, hondum. Heldur ikki er loyvt at nýta sporar, písk, hava róp ella annan háva fyri, ið kann ørkymla aðrar kappandi.
Álagt er reiðfólki at ikki tilvitað at forða kappingarneytum, um dómsfólkini meta at ov ógvuslig forðing fer fram, hava tey heimild at strika ross úr kapping.
Undantak fyri nýtslu av píski er í greinum har rossini ríða einsæris, les tølt og skeið.

Grein 10
Ta ið dómsnevndin gevur tekin til at skeið skal byrja, skal gongdsetin saman við hjálparmonnum sínum skipa rossini á við fráferðarstrikuna soleiðis, at tann sum er skrásettur nr 1 skal standa í somu síðu sum dómspallurin og hinir síðan í rættari talrøð. Lutakast fer fram um talrøðina 1-2-3 o.s.frv.

Grein 11
Unglingar yngri enn 16 ár sleppa ikki at taka lut í kappríðingum uttan skrivligt samtykki frá foreldrum ella verja.

Grein 12
Teir sum stíla fyri kappríðingum hava skyldu at vanlukkutryggja ríðarar.

Grein 13
Hesar reglur koma í gildi beinanvegin, og fara allar aðrar reglur úr gildi.

Kappingarreglur góðkendar á ársaðalfundi felagsins 25/02-2025