Tvey nýggj andlit í nevndini
Tá Ríðisamband Føroya herfyri hevði aðalfund, varð Aleksandra Knudsen vald í nevndina, og nýggjur tiltakslimur er Kristian Krosstein.
Nevndin er nú hendan: Brandur í Dali, formaður, Zacharias R. Jacobsen, næstformaður og Aleksandra Knudsen, nevndarlimur. Tiltakslimir eru Kristian Krosstein og Andrias Nielsen, sum manglar á myndini.
Heimligu kappingarnar í gonguløgum enda vikuskiftið 19.-21. juni við FM kapping á breytini hjá Føroyskum Íslandsrossafelag undir Kráarheyggi. Hetta er fjórða av fýra kappingum í ár.
Kappríðingarnar fara at byrja 14. juni við kappríðing í Vágum, sum er tann fyrsta av fimm FM-kappingum. Hjá Føroya Ríðingarfelag í Havnardali verður arbeitt hart fyri at fáa nýggju kappríðingarbreytina lidna. Eftir ætlan verður fyrsta kappríðingin í Havnardali á ólavsøku í ár.