Triðja Safari FM-kappingin

Á myndini síggja vit Sólruna H. Poulsen og Rjóð frá Kjarri, sum vann T1 við flotta úrslitinum 7,17. Í bakgrundini hóma vit vátu dómararnar í mjørka og regni.

Veðurgudarnir vóru væl við, tá innleiðandi kappingarnar vóru hósdagin og fríggjadagin. Og fyrra helvt av finaluni leygardagin bleiv hildin í heilt hampiligum veðri. Men so køvdi hann av í mjørka, og løtu seinni fór tað at regna av grimd. Tað var so ringt sýni, at dómararnir máttu stilla seg í miðjuna á breytini fyri yvirhøvur at síggja rossini, so teir vóru sum druknaðar mýs, tá kappingini var komin at enda um 18-tíðina leygarkvøldið.

10 finalur skuldu avgreiðast í hesi seinastu kappingini áðrenn FM- kappingina, sum verður longu 19.-21. juni.

Spennandi fimmgongd
Í greinini F1, sum er fimmgongd, har øll fimm gonguløgini skulu vísast: fet, trav, tølt, lop og skeið, vóru 4 ross við hesa ferð. Tað er altíð spennandi at síggja serliga skeiðið, tí har krevst, at rúttarin er øðiliga neyvur, tá hann “leggur” rossið í skeið, sum tað eitur. Tað má ikki vera ov tíðliga og ikki ov seint, tí skeiðað verður bert einar 60 metrar. Hvørt par fær 3 møguleikar – 3 sprettir – at fáa skeiðið at rigga. Karakterirnir fyri tveir teir bestu sprettirnar verða lagdir saman og býttir við tvey – hetta gevur endaliga karakterin.

Nógvir børn og ung við
Av tí at so nógv børn og ung vóru við til kappingina, høvdu tey sína egnu finalu í V5, V1, T7 og T1. Tað er hugaligt at síggja, hvussu tey ungu mennast – og hvussu fleiri børn og ung leggjast afturat hvørt ár.

Samreiðs– og røktarsteyp
Hesa ferð vóru tað Sólrun og Rjóð, sum vunnu samreiðssteypið, ið verður latið til tað parið, har serliga gott samband er millum ross og reiðfólk, meðan Birna og Harka vunnu røktarsteyp fyri snøgga og vakra útsjónd.

Úrslitini av kappingunum gjørdust:

Vinnarar, T1:
1 Sólrun H. Poulsen og Rjóð frá Kjarri
2 Valborg Laksáfoss og Kári frá Ásbrú
3 Knút Lützen og Stæll frá Skagaströnd

Vinnarar, T1 UNG:
1 Bertha Maria Davidsdóttir Nordendal og Hugsuður frá Melaleiti
2 Bjørk Láberg og Kóngur fra Tindsgarði
3 Anna Thomsen og Leiknir frá Yzta-Bæli

Vinnarar, T2:
1 Knút Lützen og Hvinur frá Árbæjarhjáleigu II
2 Óluva á Lofti og Kopar frá Hrauni
3 Eva Albinsdóttir og Snæþór frá Austurkoti

Vinnarar, T7:
1 Óluva á Lofti og Frami frá Steinnesi
2 Kristianna Jespersen og Tristan frá Auðsholtshjáleigu
3 Edna Henriksen og Flís frá Ósgerði

Vinnarar, T7 BØRN:
1 Bjørg Nolsøe Mørk og Ömmu-Jarpur frá Miklholti
2 Bjørk Láberg og Hulda fra Nordal
3 Lív Gregersen Djurhuus og Vífill frá Hliðsnesi

Vinnarar, F1:
1 Sedea Bjarnadóttir Nolsø og Rambó frá Hellu
2 Jógvan Elias Joensen og Gáta frá Víðinesi 1
3 Gunrid Hansen og Embla frá Þjóðólfshaga 1

Vinnarar, V1:
1 Óluva á Lofti og Sproti frá Hrauni
2 Sólrun H. Poulsen og Rjóð frá Kjarri
3 Ragnheiður Ólafsdóttir Dam og Vaðall frá Dimmuborg

Vinnarar, V1 UNG:
1 Bertha Maria Davidsdóttir Nordendal og Lómur frá Kvistum
2 Ása Bárðardóttir og Strákur frá Marknagili
3 Kristianna Jespersen og Gullinstjarna fra Hybjerg

Vinnarar V5:
1 Ragnheiður Ólafsdóttir Dam og Stjarna frá Skör
2 Edna Henriksen og Flís frá Ósgerði
3 Birna Jóanesarson og Harka frá Hofi I

Vinnarar, V5 BØRN:
1 Jóna Thomsen og Björk frá Hlemmiskeiði 3
2 Eva á Rógvi og Sproti frá Kvíarhóli
3 Bjørg Nolsøe Mørk og Gylling frá Neðra-Seli