Ranja og Sirkill vunnu FM í Tvíspor til Nólsoyar

Ranja H. Djurhuus og Sirkill vinna á Barbaru Carlsen á Svannu

Triðja árið á rað, vann ein ung genta, sum reið fyrsta árið í Tvíspor fyrsta flokk kappingina. Hesuferð var tað 17 ára gamla Ranja H. Djurhuus, sum reið á Sirkill, hestinum hjá Óla Svein Lutherusson úr Nólsoy. Hetta er fyrstu ferð eitt ross sum er heimhoyrandi í Nólsoy vinnur eitt FM heitið.

Undan kappingini í gjár vóru Sirkill og Ranja, mett at hava bestar møguleikar at vinna FM. Men um nakar ivi var, so gjørdu tey hann til skammar í kappingini. Tey bæði vunnu greitt á degnum og høvdu eisini bestu tíð av øllum á breytini. Sostatt vunnu tey FM við 28 stigum, Nummar tvey á degnum og í FM var Svanna og Barbara Carlsen, tær báðar fingu 22 stig. Silfá og Ása Bárðardóttir, sum vunnu FM í 2023, gjørdist nummar trý, bæði á degnum og í FM, tær fingu 20 stig.

Tvíspor ung vann Thor úr Syðradali, Sólrun Lútzen ríður Thor, ið eisini vann FM við 33 stigum. Nummar tvey í FM og á degnum gjørdist Kiljan og Simona Tornby við 26 stigum. Nummar trý í FM og degnum var Orka og Eyðdis H. Djurhuus.

FM í Trav var sera spennandi og var tað einans 4 hundrandapartar av einum sekundi sum avgjørdi FM. Undan kappingina í gjár, var Dropi á odda, eitt stig framman fyri Gíg. Men av tí at Gígur vann á Dropa í kappingini í gjár yvirhálaði hann Dropa, bæði á degnum og í FM. Gígur fekk 25 stig og Dropi 24 stig. Tað eru systkinabørnini Simona Tornby og Lív Djurhuus sum ríða Gíg og Dropa. Nummar trý á degnum og í FM gjørdist Doran við Fíu Nolsøe á baki.

Bæði FM í Skeið og Tølt, var eisini avgjørt á degnum. Í Skeið vann Stígur og Randarsól Heinensen á Brúna hjá Jóannes Debes og í Tøltinum var tað Brynjar og Regin Johannesen sum vunnu á Tango hjá Silju G. Eystberg. Bárður Johannessen gjørdist nummar trý í hesum báðum greininum. Í Skeið á Kviku og í Tølt á Stráki. Raðfylgjan á degnum og í FM var nevt tann sama.

Bárður Johannessen gjørdist eisini nummar trý í Tvíspor annar flokkur, tá reið hann á Lítla. Har vann Marengo og Laila W. Mouritzen og Tindur við Barbaru R. Mouritzen gjørdist nummar tvey. Hesin flokkur er ikki FM grein.

So lítið skal til at avgerða eitt FM, Gígur hevur múlan frammanfyri Dropa
Thor vinnur á Kiljan
Vinnarar Tvíspor vaksin fyrsti flokkur. f.v. nr. 2 Barbara Carlsen, nr. 1, Ranja H. Djurhuus og nr. 3, Ása Bárðardóttir.