{"id":614,"date":"2023-04-06T09:32:03","date_gmt":"2023-04-06T09:32:03","guid":{"rendered":"https:\/\/ridisamband.fo\/?p=614"},"modified":"2023-04-06T09:32:03","modified_gmt":"2023-04-06T09:32:03","slug":"framur-foroysk-urslit-i-altjoda-kapping","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/ridisamband.fo\/index.php\/2023\/04\/06\/framur-foroysk-urslit-i-altjoda-kapping\/","title":{"rendered":"Fram\u00far f\u00f8roysk \u00farslit \u00ed altj\u00f3\u00f0a kapping"},"content":{"rendered":"\n

Eitt gull og eitt silvur til f\u00f8royskar rei\u00f0kvinnur, \u00e1 Icehorse festival \u00ed Herning. <\/p>\n\n\n\n

Seinasta vikuskifti\u00f0 v\u00f3ru tv\u00e6r f\u00f8royskar rei\u00f0kvinnur, \u00e1 st\u00f3rari altj\u00f3\u00f0a kapping \u00ed gongul\u00f8gum \u00ed Herning. Hetta er st\u00f8rsta altj\u00f3\u00f0a kappingin, har kappast ver\u00f0ur innandura og sum telur vi\u00f0 sum WRL kapping. Ta\u00f0 v\u00f3ru t\u00e6r b\u00e1\u00f0ar Rakel B. Tindskar\u00f0 og Elin V. Tindskar\u00f0 sum umbo\u00f0a\u00f0u F\u00f8royar \u00ed kappingini. B\u00e1\u00f0ar hava t\u00e6r n\u00fdligani fingi\u00f0 n\u00fdggjar hestar og v\u00f3ru t\u00ed sera spentar n\u00fa hestarnir skuldi standa s\u00edna roynd. T\u00e6r hava eisini b\u00e1\u00f0ar vant mi\u00f0v\u00edst til hesa kapping. <\/p>\n\n\n\n

Ta\u00f0 gekk eisini fram\u00far v\u00e6l, hetta sj\u00e1lvt um t\u00e6r kappa\u00f0ust m\u00f3ti fremstu rei\u00f0f\u00f3kunum \u00far Norra, Sv\u00f8r\u00edki, Danmark og T\u00fdsklandi, so dottu t\u00e6r b\u00e1\u00f0ar og hestarnir als ikki ni\u00f0ur\u00edmillum, heldur tv\u00f8rtur\u00edm\u00f3ti. Rakel kappa\u00f0ist \u00ed greinini T1 – Young Riders og t\u00e1 kappingin var av, st\u00f3\u00f0u hon og hesturin Silas Wom Forstwald ovast \u00e1 sigurspallinum vi\u00f0 einum gullhei\u00f0ursmerki\u00f0, \u00farsliti\u00f0 hj\u00e1 teimum b\u00e1\u00f0um var so gott at tey ennt\u00e1 sloppu at kappast vi\u00f0 \u00ed finaluni hj\u00e1 teimum vaksnu – Fram\u00far \u00farslit hj\u00e1 ungu Rakel og hestinum Silas, her er gott \u00ed v\u00e6ntu, ta\u00f0 er heilt vist. <\/p>\n\n\n\n

Elin V. Tindskar\u00f0 og hesturin Oskar fr\u00e1 Brei\u00f0st\u00f8\u00f0um, kappa\u00f0ust \u00ed greinini T2 hj\u00e1 vaksnum. Teirra \u00farslit var eisini fram\u00far gott, aftan\u00e1 at hava vunnu s\u00e6r pl\u00e1ss \u00ed finaluni vi\u00f0 at gerast nr 2 \u00ed innlei\u00f0andi, so gj\u00f8rdi tey ikki m\u00e6tari \u00ed A finaluni, enn at f\u00e1a nevt sama \u00farslit \u00ed, sum tann i\u00f0 vann \u00ed innlei\u00f0andi – D\u00f3maranir skuldi so taka avger\u00f0 um hv\u00f8r skuldi vinna \u00e1 degnum, hendan avger\u00f0in fall so t\u00edanverri ikki til fyrimuns fyri Elin og Oskar. Men eitt silvurmerki\u00f0 \u00ed t\u00edl\u00edkari kapping er eitt fr\u00e1l\u00edkt \u00farslit, sum tey b\u00e6\u00f0i kunna vera errin um. <\/p>\n\n\n\n

Elin V. Tindskar\u00f0 sigur at b\u00e6\u00f0i hon og Rakel B. Tindskar\u00f0 venja mi\u00f0v\u00edst til HM kappingina, sum ver\u00f0ur \u00ed Hollandi \u00ed summar og at Icehorse Festival er ein li\u00f0ur \u00ed hesum. <\/p>\n\n\n\n

\"\"
Rakel B. Tindskar\u00f0 og Silas<\/figcaption><\/figure>\n\n\n\n