Silja vann tvífalt FM
Hóast hon ikki vann á degnum, so gjørdist Silja G. Eystberg tvífaldur føroyameistari í kappríðing. Kappingin í Tvíspor vaksin hevur sjáldan verið so jøvn sum í ár. Tað var eisini spenningur líka til seinasta riðil, tá FM kappingin í gjár var avgjørd í Vágum. Seinasti riðil var ein beinleiðis finala um hvør skuldi gerast føroyameistari…