Sleipnir og Tórbjørn á vitjan í Havnardali
Fríggjadagin vóru umboð fyri ríðifelagið Sleipnir og borgarstjórin í Runavík, Torbjørn Jacobsen á vitjan í Havnardali.
Ørindini hjá teimum, var at kunnað seg um, hvussu ríðifeløgini í høvuðstaðnum eru skipaði og undir hvørjum treytum fjós, breytir o.a. er bygt á økinum í Havnardali. Brandur í Dali, formaður í Føroya Ríðingarfelag og Ríðisamband Føroya, vísti runt á økinum og greiddi frá um breytir, felagshúsinum, fjósum og høllina hjá Føroya Ríðingarfelag. Eisini var greitt frá um reiðgøturnar sum Føroya Ríðingarfelag slóðaði fyri, men sum onnur fólk, mest gongufólk, av álvara hava tikið til sín seinastu árini. Hetta eru tær sokallaðu rossagøturnar. Síðani var farið niðan á økið hjá Føroyskt Íslandsrossafelag og hugt hvussu tey hava skipað seg.
Hugsanin hjá Sleipnir við at bjóða Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóra til Havnar, er at Sleipnir hevur sum mál at fáa líknandi økið til sínar limir á Skálafjørðinum. Borgarstjórin vísti vælvild móti hugsani og serliga tankin um at fáa rossalívið útum bygt økið, er helst størsti vinningurin fyri allar partar. Eisini var víst á møguleikan innan ríðing og ferðavinnu.