Rakel B Tindskarð endurtók bragdið
Enn eitt silvur til Føroyar á NM, hesaferð til ungu Rakel B. Tindskarð og hestin Silas vom Forstwald.
Til HM í fjør vunnu Rakel B. Tindskarð og Silas vom Forstwald silvur og nú skuldi tey so til NM í Herning í Danmark, prógva at hetta var ikki av tilvild. Tey kappast í greinini T1Young rider. Av tí at so nógv kappast í hesu grein, so verður mett at hetta er ein tann torførasta greinin at vinna heiðursmerkið í.
Tað vísti seg eisini longu í innleiðandi umfarinum, at tey bæði skuldi fáa harða mótstøðu. Tey megnaðu tó at fáa eitt deilt fjórða pláss og harvið tryggja sær pláss í sjálvari finaluni. Ofta verður mett at tað er minni munur at klára seg væl til NM og HM, hetta kemur av at norðurlond eru so sterk í hesari ítróttargrein.
Í finaluni gekk tó enn betri. Tey bæði, Rakel B. Tindskarð og Silas vom Forstwald vóru nú við heilt frammi í oddinum og tá avtornaði endaðu tey á einum flottum øðrum plássið og tryggjaðu sær sostatt NM silvurheiðursmerkið.
Hetta má metast at vera sveinaroyndin hjá ungu reiðkvinnuni, ið nú av álvara hevur prógvað at hon skal teljast við millum fremstu reiðfólkini innan gonguløg.