NM silvur til Knút Lútzen og Kára frá Ásbrú

Enn einaferð hava Knút Lútzen og hestur hansara Kári frá Ásbrú, vunnið heiðursmerkið í altjóða kapping

Tað var stórur spenningur undan finaluni í Gæðingakeppni á NM í gonguløgum, ið var hildin í Herning í Danmark farna vikuskiftið. Tað var heldur ikki uttan orsøk, tí fyri fyrstu ferð skuldi eitt ross úr Føroyum verja eitt NM heitið.

Talan var sjálvsagt um Knút Lútzen og hestin Kára frá Ásbrú ið sum kunnugt vunnu NM á Álandi í 2022. Føroyska legan var tó fullgreið um at hetta at verja NM heitið, var ein torfør uppgáva, tí kappast skuldi ímóti frægastu rossum og reiðfólkum í norðurlondum.

Tað bar úrslitið í innleiðandi umfarinum eisini boð um, har gjørdist teir báðir nummar fýra, men munurin var lítil millum tey fremstu rossini. Finalan byrjaði ikki gott hjá teimum báðum, aftaná fyrstu stakgreinina lógu teir aftarlaga, men við einum sterkum endaspurti so megnaðu Knút Lútzen og Kári frá Ásbrú, at vinna seg upp á eitt sera flott silvurheiðurspláss.

So hóast tað ikki eyðnaðist at endurvinna NM heitið, so er hetta prógv um at NM heitið á Álandi ikki var av tilvild og at Knút Lútzen og Kári frá Ásbrú, nú av álvara hava vunnið sær sess, millum tey allarbestu í norðurlondum.