Húskið í Dýrindalsgøta skal kappast til NM
Tá NM í gonguløgum fyri íslandsross byrjar hósdagin í Herning, so er ein sjáldsom úttøka á føroyska landsliðnum. Tí í størsta føroyska hópinum nakrantíð, er m.a. eitt húskið úr Dýrindalsgøtu í Hoyvík.
Talan er um hjúnini Valborg Laksafoss og Knút Lútzen og tvey av børnum teirra, Elma Laksafoss og Jason Lútzen. At eitt húskið er so væl umboðað man helst vera eindømi í føroyskari ítróttarsøgu. Í hesum førinum við fýra av nýggju plássum á landsliðnum.
Knút Lútzen og hesturin Kára frá Ásbrú vunnu NM í gæðingakeppni seinast á Álandi fyri tveimum árum síðani, so tað verður spennandi at fylgja teir nú teir skula verja heitið hesuferð.
Kappingin verður í Herning í Danmark í døgunum 8-11 august og sum skilst eru eisini nógvir føroyskir fjepparir á veg til Danmarkar
Annars sær føroyski hópurin soleiðis út:
Sport :
Junior :
Jason M.D. Lutzen á Prinsessu frá Tindskarð
Ung :
Ester Dahl á Heygum á Dalvar frá Dalbæ 2
Elma Annfinnsdóttir Laksafoss á Hvinur frá Árbæjarhjálegu
Rakel Tindskarð á Silas won Forstwald
Vaksin :
Knút Lützen á Kára frá Ásbrú
Valborg Hallursdóttir Laksafoss á Stæll frá Skagaströnd
Óluva á Lofti á Sprota frá Hrauni
Ragnheiður Ólafsdóttir Dam á Huga frá Hrepphólum
Gæðinga :
Ranja Hallursdóttir Djurhuus á Sirkill frá Þorkelshóli 2
Ester Dahl á Heygum á Dalvar frá Dalbæ 2
Elma Annfinnsdóttir Laksafoss á Hvinur frá Árbæjarhjálegu
Knút Lützen á Kára frá Ásbrú