Andrias Nielsen nýggjur í nevndini

Tá Ríðisamband Føroya herfyri hevði aðalfund, var nevndin afturvald – Einasta broytingin er at Andrias Nielsen, umboðandi Dalaross gjørdist nýggjur tiltakslimir. Á myndini er hann saman við Brandi í Dali

Nevndin er nú hendan. Brandur í Dali, formaður, Zacharias R. Jacobsen, næstformaður og Valborg Laksafoss, nevndarlimir. Tiltakslimir eru Poula Tornby og Andrias Nielsen.

Ríðisambandið hevur stórar avbjóðingar fyri framman, eitt stórt landslið fer til Danmarkar í august at umboða Føroyar til NM í gonguløgum. Helst verður tað størsti hópur nakrantíð, ið ferð at kappast í Herning.

Heimligu kappingarnar í gonguløgum enda hetta vikuskiftið við FM kapping á breytini hjá Føroyskt Íslandsrossafelag undir Kráarheyggi. Kappríðingarnar eru nýligani byrjaðar, men har er ein stór avbjóðing við at nýggju innkomuvegur í Havnini, hevur kvett breytina í Marknagili sundur. Arbeitt verður við hvussu kappingarnar skula skipast í summar og væntast ein loysn í næstum.