Svanna vann FM
Á fimtanda sinni vann ross hjá hjúnunum Maritu Askham og Hans P. Poulsen FM heitið í Tvíspor.
Leygardagin var stórur FM dagur, á breytini hjá Føroya Ríðingarfelag í Marknagili. Seinasti kappingardagur var og stórur spenningur var um summar greinar.
Størsti spenningur er oftast um hvør vinnur FM í Tvíspor vaksin. Hesaferð var tað Svanna við Barbaru Carlsen á baki og Bragi við Jóna Ólavsdóttir ið skuldi kappast um FM heitið. Rossini høvdu undan hesa kappingina, vunnið hvør sínar tvær kappingar, so tí var stórur spenningur um hvør fór at vinna.
Tað gjørdist eisini sera tætt, rossini fylgdust allar 500 metrarnar og á málinum var munurin millum rossini bara 4 hundrandapartar av einum sekundi – Svana átti munin og gjørdist harvið føroyameistari. Tað sermerkta við hesum, er at tað er fimtanda ferðin, at ross hjá hjúninum Maritu Askham og Hans Paula Poulsen vinnur FM í Tvíspor vaksin
Spenningurin var eisini stórur í Tvíspor ung. Har vann Sirkill tó greitt á degnum og vann harvið FM, Ranja K.H. Djurhuus reið Sirkill. Hinar greinarnar vunnu hesi. Tølt, Tango við Geir Wardum, Strákur og Bárður Johannessen vunnu FM. Skeið vann Stígur og Randarsól Heinesen, Orka og Ranja K.H. Djurhuus vunnu FM. Trav vann Grettir við Halli Hansen, teir vunnu eisini FM. So vóru nakrar greinar ið ikki vóru við í FM. Har vunnu hesi, Trav opin flokkur, Oscar og Marna Anthoniussen, Tvíspor vaksin 2 flokkur, Freyr og Anna Magnussen og Old boys, Thor og Bárður Johannessen.