Móttøka fyri NM landsliðnum

Í kvøld verður skipað fyri móttøku fyri okkara reiðfólkum, nú tey koma heim av Álandi við bestu úrslitum nakrantíð

Kári frá Ásbrú og Knút Lútzen vunnu gull á Álandi

Í samband við at føroysku reiðfólkini og ross teirra koma heim við Norrønu í dag, verður skipað fyri almennari móttøku fyri teimum, at heiðra tey og rossini fyri teirra framúr avrik.

Móttøkan verður í Tølthøllini hjá Føroyskt Íslandsrossafelag í Havnardali í kvøld kl 18:30. Meira kann lesast á leinkju: https://www.isross.com/tiacuteethindi/mottka-fyri-nm-landslinum-og-norurlandameistaranum