Knút Lútzen og hesturin Kári frá Ásbrá eisini í A finalu

Góðu úrslitini hjá føroyska hópinum til norðurlandameistarheitið í Álandi, tykjast ikki at fáa nakran enda, í dag vunnu Knút Lútzen á Kára frá Ásbrá sannførandi B finaluna og tryggjaði sær harvið pláss í A finaluni.

Hóast mótbrekkan frammanundan B finaluna í GDB Gæðinga í dag kundi tykjast møtimikil hjá Knúti og hesti hansara Kára frá Ásbrá, so gjørdi teir báðir ikki mætari, enn at seta fleiri stór altjóða nøvn uppá pláss og vunnu eitt rættiliga trygt fyrsta pláss og harvið sæti í A finaluni – Nevnast kann at á øðrum og triðja plássið, komu stór nøvn, sum Dennis Hedebo Johansen úr Danmark og Niels Christian Larsen úr Norra, teir báðir komu sostatt ikki í A finaluna, tað plássið tóku Knút og Kári.

Knút Lútzen er kendir reiðmaður í Føroyum, men hetta er fyrstu ferð at hann kappast altjóða fyri Føroyar. Hann hevur átt 12 ára gamla hestin Kára frá Ásbrá í 4 ár, til stuttleikar kann nevnast, at eingin vøllur er sum nú er, í Føroyum til greinina teir kappast í á Álandi, so teir báðir hava bara havt nakrar fáar dagar at venja seg við tí røttu vallarstøddina.

Knút hevur ofta sagt, at hann ikki vildi fara út at kappast, fyrr enn hann var vissur, í at hann hevði ein møguleika at gera ein vørr í kappingini – Ikki kann sigast annað enn at hann hevur valt rætta hestin og røttu løtuna, nú er bara at vóna at tað gongst temum líka væl í A finaluni.