Ragnheiður brúkar 4 til 6 tímar dagliga uppá rossini
NM A finalulutakarin Ragnheiður Ólafsdóttir svarar 14 spurningum um sín ítrótt
Navn: Ragnheiður Ólafsdóttir Dam
Aldur: 21 ár, síðsta árið sum ungrytti
Heimbýur: Tórshavn
Arbeiði/skúli: MBM-Búrøkt
Ítróttargrein: Ríðing
Hvønn annan ítrótt hevur tú íðkað: Sum barn havi eg roynt ymiskt, hondbólt, fótbólt og svimjing, men tað hevur altíð verið áhugin fyri ríðing, ið hevur fylt mest.
Hví valdi tú ríðing framum annan ítrótt: At byrja við var tað nokk mest hugnin umkring rossið, ið eg fall fyri, tað at nussa og verða um rossini dámdi mær væl, og seinni kom so áhugin fyri gongulagskappingum
Hvussu nógvar tímar um vikuna brúkar tú uppá ross: Eg eri í Havnadali tíðiliga um morgunin og aftur eftir arbeiðstíð og út á kvøldið, so eg eri áleið 4-6 tímar dagliga.
Hvat siga familja og vinir til hetta: Hetta fer við nógvari tíð, men tíbetur fái eg góðan stuðul og hjálp frá familju, sjeikinum og vinum.
Hvussu eitur rossið tú hevur við til Áland: Hugi frá Hrephólum
Hvørja grein skal tú kappast í á Álandi: Fyrst er tað T1 og so V4
Hvørjar eru vónirnar til kappingina: Kappingin er hørð, tað eru nógv góð ross og ryttarar við. So mín ætlan er at gera tað so gott, sum vit kunnu, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur.
Hevur tú kappast uttanlanda fyrr ? Hettar er triðju ferð eg eri uttanlanda og kappist.
Bonusspurningur – Hvør hevur lært teg mest um ríðing: Eg havi verið nokkso einsamøll um ríðingina, men havi havt stuðlandi foreldur ið altíð hava hjálpt mær væl. Eg havi luttikið á nógvum skeiðum, ið ríðifeløgini hava hildið. Men um eg skal nevna onkran sum gav mær áhugan fyri gongulagskappingum, so er tað Nina Brockie.