Beinta: Eg vildi meira við ríðingini, enn bara at ríða túrar

Navn: Beinta Poulsdóttir Debes

Aldur: Eg eri 24 ára gomul.

Heimbýur: Eg eri uppvaksin á Argjum

Arbeiði/skúli: Eg arbeiði til dagligt sum stuðul í vøggustovu. Í vikuskiftinum arbeiði eg í Argjaskotinum, sum er eitt ungdómshús á Argjum. Eisini eri eg ríðilærari hjá Berg Hestum.

Ítróttargrein: Ríðing.

Hvønn annan ítrótt hevur tú íðka: Eg havi verið landsliðssvimjari í nógv ár.

Hví valdi tú ríðing framum annan ítrótt: Eg gavst at svimja í 2018, aftaná nógv ár. Tað var tá eg valdi ríðingina framum. Grundin var at eg vildi menna meg meira sum reiðfólk. Eg vildi meira við ríðingini enn bara at ríða túrar. Eg hevði nøkur mál ið eg vildi røkka og tað kundi eg ikki uppnáa, um eg ikki fór “all in” í ríðingina.

Hvussu nógvar tímar um vikuna brúkar tú uppá ross: Uha. Haldi næstan ikki tað ber til at seta tímar á. Haldi ríðing og rossahald er meira ein lívsstílur. Men um eg skuldi mett, so heilt sikkurt einar 30 tímar um vikuna. Um ikki meira.

Hvat siga familja og vinir til hetta: Haldi mín familja og vinir vita, at úti hjá rossinum er har eg havi tað best. Tey flenna altíð bara og siga, at um tey ikki fáa fatur á mær, so vita tey altið hvar tey kunnu finna meg.

Hvussu eitur rossið tú hevur við til Áland: Hann eitur Kór frá Norður-Hvammi.

Hvørja grein skal tú kappast í á Álandi: Mín høvuðsgrein er 100m skeið (P2). Men eg skal eisini ríða 250m skeið (P1) og gæðingaskeið (PP1)

Hvørjar eru vónirnar til kappingina: Vónirnar eru bara fínar. Hetta er fyrstu ferð eg og Kór, eru uttanlanda og kappast. Vit taka alt sum eina stóra uppliving og ætla at fara út og at fáa eitt so gott úrslit sum møguligt. Eitt av mínum málum er at geva fólkið eina góða mynd av Føroyum og tí føroysku ríðingini.

Hevur tú kappast uttanlanda fyrr: Nei, hetta er fyrstu ferð eg eri uttanlanda og umboðið Føroyar.

Bonusspurningur – Hvør hevur lært teg mest um ríðing: Góður spurningur. Eg havi verið ótrúðliga heldig at havt nógv góð fólk og vinir rundanum meg. Bæði heima í Føroyum, í Íslandi og Danmark sum hava hjálpt og lært meg ótrúðliga nógv. Men um eg skuldi valt ein persón, so er tað heilt sikkurt Óluva á Lofti. Hon hevur verið tann sum hevur hjálpt mær mest í dagligdegnum. Hon hevur lært meg sera nógv, bæði um ríðing og rossahald.