Ester svarar 14 spurningum um sín ítrótt

Í hesum døgum eru fýra føroysk reiðfólk á Álandi, har tey í komandi viku fara at kappast við nógv onnur tá norðurlandamót verður hildið – Vit hava nýtt høvið at sett reiðfólkunum nakrar spurningar um teirra ítróttargrein.

Vorboði og Ester

Navn ? Ester Dahl á Heygum

Aldur ? 16 ár

Heimbýur ? Tórshavn

Arbeiði/skúli ? Eg byrji í 1.G aftaná summarferiuna

Ítróttargrein ? Hondbólt og ríðing

Hvønn annan ítrótt hevur tú íðka ? Eg havi eisini íðka badminton

Hví valdi tú ríðing framum annan ítrótt ? Tíðin rakk ikki til at íðka fleiri tíðarkrevjandi ítrottir. Og so dámdi mær betri ríðingina

Hvussu nógvar tímar um vikuna brúkar tú uppá ross ? Uml 20-25 timar um vikuna

Hvat siga familja og vinir til hetta ? Vit eru sum familja nógv saman um hetta. Vinirnir eru eisini sera stuðlandi, men tað er sjálvandi torført hjá teimum at skilja,hvat eg brúki so nógva tíð uppá. Men eg hevði gjarna vilja havt eitt sindur meira tíð til vinirnir.

Hvussu eitur rossið tú hevur við til Áland ? Hestur mín eitur Vorboði frá Akurgerði

Hvørja grein skal tú kappast í á Álandi ? Eg eri við í fjórgongd (V1) og leysteymatølt (T2)

Hvørjar eru vónirnar til kappingina ? Eg eri sjálvandi við fyri at vinna. Men nú eri eg bara 16 ár, og hetta er mítt fyrsta ár í hesum flokki, sum eitur 16-21 ár.

Hevur tú kappast uttanlanda fyrr ? Hetta er fyrstu ferð hjá mær.

Bonusspurningur – Hvør hevur lært teg mest um ríðing ? Tað er heilt vist pápi mín Heri Dahl