Beinta P. Debes og Kór vunnu fyrsta gullið á Føroyaleikum 2022

Ríðingin tjóðstartaðu Føroyaleikir tá tað var samantvinnað við FM kappingina í gonguløgum ið verður hildið hesa vikuna. 

Kappast var í greinini Skeið 100 mtr. á breytini í Marknagili. Hetta er grein har rossini skula kappast um at vera skjótast á 100 metrum í gongulagnum skeið, hvørt ross hevur tvær royndir at fáa so góða tíð sum gjørligt.  

Trý ross vóru tilmeldaði og kom spenningur í tá favoriturin Kór við Beintu Debes á bakið var kolldømd í sínari fyrstu roynd. Aftaná fyrsta sprettin var Jóna Ólavsdóttir á odda á hestinum Viðalín Víðir, við tíðini 11,20 sek.

Kór og Beinta Debes setti tó alt uppá pláss í næsta umfarinum, tey vunnu trygt við tíðini 9,07 sek og gjørdist sostatt fyrsti gullvinnarar á Føroyaleikum 2022 og samstundis føroyameistarir í skeið innan sport. 

Ranja Halsdóttir Djurhuus á Orku gjørdist nummar tvey, tá hon í seinna sprettinum megnaði at fáa eitt vet betri tíð 11,04 sek enn Jóna Ólavsdóttir og Víðalin Víðir, ið sostatt mátti taka til takkar við einum triðja plássið hesuferð.