Elin V. Tinsdkarð vann stóra altjóða kapping

Elin V. Tindskarð og Oskar frá Breiðstøðum

Aftaná at hava havt ein minni steðg frá ríðingini, er Elin V. Tindskarð aftur at síggja á breytinum til altjóða kappingar. Nú stutt undan NM royndi Elin og hestur hennara Oskar frá Breiðstøðum seg av í altjóða World Ranking kappingini Aros Gait Event í Herning.

Elin V. Tindskarð og Oskar gjørdi ikki mætari enn at tey vunnu T2s greinina rættiliga trygt, tey vóru eisini á odda í innleiðandi kappingini hósdagin. Í dag tá A finalan var, gjørdi tey bæði so bart og vunnu sannførandi við 7,67 frammanfyri Agnethe Schneider á Muni frá Langtved við 7,17.

Ríðisamband Føroya ynskir Elin og Oskar hjartaliga til lukku við framúr flotta avrikinum.