Stórur FM dagur hjá Johannessen familjuni

Tey vunnu ikki minni enn trý av fimm møguligum FM heitum, tá kappast var í Marknagili leygardagin

Johannessen brøðurnir Regin og Bárður hava kappast við rossum í nógv ár, men árið í ár ferð helst at vera minniligt hjá teimum, tí saman við dóttrini hjá Bárði, Ásu Bárðadóttir, vunnu teir meira enn helvtuna av FM heitinum, ið dystast var um. 

Regin Johannessen vann kappingina í Tølt, hann kappaðist við hestinum Brynjar sum Johny Kjærbo eigur, Bárður Johannessen vann Skeiðkappingina á ryssuni Syrpu sum hann sjálvur eigur. Ása Bárðadóttir vann kappingina Tvíspor Ung, hon endurvann FM frá í fjør, á ryssuni Sílfa, ið hon sjálv eigur. 

Eingin av teimum hevði tryggjað sær heitið áðrenn kappingina í gjár, men hóast øll høvdu sera sterka mótstøðu, so eyðnaðist tað hjá teimum trimum at vinna FM.