Á ROSSABAKI MÓTI KRABBA

Reiðfólk hava sett sær fyri, at ríða fyri at útvega pening til stríðið móti krabbameini

Við Ruth á Plógv úr Sandavági sum stigtakara, samskipar Ríðisamband Føroya, innsavning til Krabbameinsfelagið. Ruth á Plógv hevði eitt hugskot um at reiðfólk kunna sameina ítróttina við at reiðfólk kundi skaffa sær peningastuðlar. 

Hetta er nú gjørt við átakinum “Á rossabaki móti krabba”, sum í stuttum er at reiðfólk hvør sær útvega sær stuðlar, ið gjalda eitt ávíst krónutal fyri hvønn kilometur reiðfólkið ríður í tíðarskeiðnum 6-21 mars. Túrar vera skjalfestir við myndum ella við app sum skrásetur hvar man ríðir. 

Fyri at gera tað eitt sindir meira áhugavert hevur ríðisambandið útvega nakrar stuðlar sum lata nakrar vinningar til reiðfólkini. Hetta verður útluta millum tey sum ríða. 

Tað ber sjálvsagt eisini til hjá øllum, bæði fyritøkum og einstaklingum at stuðla tiltakinum, hetta kann gerast við at flyta pening á konto hjá Ríðisamband Føroya í Bank Nordik 6460-4306904 og viðmerkja “krabbi2021” Peningurin fer sjálvandi óskerdur til krabbameinsfelagið. 

Meira kann lesast um tiltakið her: 

https://www.facebook.com/events/871778590286011?acontext=%7B%22event_action_history%22%3A[%7B%22mechanism%22%3A%22your_upcoming_events_unit%22%2C%22surface%22%3A%22bookmark%22%7D]%2C%22ref_notif_type%22%3A%22feedback_reaction_generic%22%7D