Ólavsøkukappríðing nummar 50 í Marknagili

Kappríðing á ólavsøku er gamal siður, kappast hevur verið í nærum 100 ár, men seinastu 50 árini hevur kappríðingin verið við Marknagil. 

Soleiðis er eisini í dag, ólavsøkudag kl 14 byrjar kappríðing har 26 ross luttaka. Kappast verður í 6 greinum. Skeið, Tølt, Trav, Tvíspor ung, Tvíspor ll flokkr og Tvíspor l flokkur. 

Skeið og tølt eru greinar har rossini ríða hvør sær 100 mtr. Tann sum so hevur bestu tíð er vinnari. Trav, Tvíspor ung og Tvíspor ll flokkur verður riðið í riðlum á 250 mtr, har 2 ella 3 ross eru í hvørjum riðli. Tann sum so hevur bestu tíð vinnir. Sama er galdandi fyri Tvíspor l flokk, men har verður riðið 500 mtr. 

Nógv fólk hava sum fasta sið at leita sær niðan í Marknagil ólavsøkudag, har fæst kaffi og annað til keyps. 

Paringar og kunning um ross sæst á leinkju her