Væntandi kunning til reiðfólk !

Í samband við at nakrar kappingar eru útsettar, so er líkt til at reiðfólk ikki hava fingið røttu kunningina, tí hendan rættleiðing.

Ríðisamband Føroya hevur ikki noktað nøkrum felag at kappast í ár – sambandið hevur heldur ikki strikað nakra kapping. 

Tvørturímóti hava vit havt nógvar fundir fyri at røkka einari semju millum feløgini, men hendan semjan ið var rokkin, var bara um FM kappingar – Feløgini hava fingið greitt at vita, at ríðisambandið ikki blandaði seg uppí, um feløgini hildu aðrar kappingar. Tað tykist tó ikki sum um hendan kunning er komin til øll reiðfólk.

Tí vilja vit enn einaferð boða frá, at feløgini kunna skipa fyri øllum teimum kappingum tey vilja, tá tey vilja – Sjálvandi við tí fyrivarni at  leiðbeiningar frá Coronaráðgevingini vera virdar