Vælkomnir Sleipnir í vási

Tað var fyrr í ár at tað frættist, at fólk í Eysturoynni høvdu stovnað nýtt ítróttarfelag innan ríðing. 

Flestu av hesum fólkunum halda til á Skálafjarðaleiðini og hevur felagið heimstað í Lamba, men sum skilst er felagið opið fyri øllum rossaáhugaðum. Felagið søkti beinanvegin um limaskap í Ríðisambandi Føroya fyri at fáa góðkenning sum ítrottarfelag innan ríðing, og at kunna luttaka í kappingum. Harumframt skal felagið virka fyri, at ítróttarkarmarnir kring um felagið gerast so góðir, at skipaðar kappingar kunnu haldast í økinum.

Vegna serligu umstøðurnar sum herja um heimin í løtuni, hevur tað tikið eina løtu at viðgera umsóknina hjá Sleipnir. Men á fundi hjá Ríðisambandinum fríggjadagin 1 mai, bleiv einmælt samtykt at bjóða Sleipnir vælkomnan í felagsskapin hjá reiðfeløgum í Føroyum. Nevndin í Sleipnir er hendan f.v. á myndini, formaður Jón Nónklett, skrivari Turið Petursdóttir, nevndarlimur Anna Magnussen, peningarøkil Jákup Vágsheyg og nevndarlimur Ludvík við Stein

Nýstovnaða felagið gerst sostatt fjórða limafelagið í ríðisambandinum, hini eru Vága Ríðingarfelag, Føroyskt Íslendskt Rossafelag og Føroya Ríðingarfelag