Kunning um FM kappingar í summar

Á fundi í gjár, gjørdi ein meiriluti í nevndini í Ríðisamband Føroya av, at FM kappingar kunna byrja aftur í viku 23,. Tað er fyrsta vikuskiftið í juni mánaði.

Avgerðin er treytað av at øll tilmæli eru í lagi og at Covid-19 virusi ikki tekur dyk á seg aftur – Í fyrstu syftu verður talan um gongulagskappingar hjá Føroyskum Íslandsrossafelag – Kappríðingarnar byrja so eftir ætlan í juli mánaði. 

Nærri skrá kemur seinni – Nevndin í Ríðisambandinum takkar øllum reiðfólkum, at tit hava verið so tolin meðan vit hava tingast um at koma til hetta úrslit – Vónandi skilja tit at nógv atlit skulu takast í tílíkari tilgongd. Samstundis vilja vit ynskja tykkum eitt gott kappingarár

Við rossakvøðu – Nevndin í Ríðisamband Føroya