ANNA OG FREYR ÚR LAMBA VUNNU FM

Fyri fyrstu ferð hevur eitt ross uttanfyri meginøkini í ríðing vunnið FM í tvíspor

Meginøkini innan ríðing hava í nógv ár verið Vágarnar og Streymoy, men seinastu árini hava eysturoyingar spakiliga blanda seg uppí og serliga inni á Lamba verður heilt nógv gjørt við ríðingina. Hetta gav úrslit í gjár tá eysturoyggin fekk sín fyrsta FM vinnara í tvíspor. Talan er um Onnu Magnussen óg hestin Freyr ið vunnu spennandi FM finaluna í Marknagili leygardagin. 

Sjálvur riðilin hjá Freyr gjørdist tó ikki so spennandi sum lagt var upp til frammanundan, Freyr skuldi vinna fyri at gerast føroyameistari og tað gjørdi hann sera sannførandi á degnum. Anna Magnussen og Freyr hava alt kappingarárið dystast móti Svonnu hjá Hans Paula Poulsen og Marengo við Regini Johannessen. Men hvørgan av teimum stóð Freyr kurl, tá á stóð leygardagin, á málinum var Freyr nakrar longdir frammanfyri hinar og vann við tíðini 34:34. Svanna gjørdist nummar tvey og Marengo nummar trý, hetta var eisini endaliga FM støðan. 

Aðrar kappingar vóru eisini leygardagin. Tøltkappingina vann Regin Johannessen á Brynjar, tølt er í løtuni ikki FM kapping, so har er eingin FM vinnari. Skeiðkappingina vann Beinta P. Debes á Kór, FM vann Bárður Johannessen á Syrpu. Trav vann Kristfríð D. Jacobsen á Gretti, tey vunnu eisini FM, Tvíspor ung vann Ása Bárðardóttir á Sílfu, tær hava vunnu allar FM kappingarnar og eru sostatt eisini føroyameistarar í Tvíspor ung. Tvíspor ll flokk vann Tittan við Geir Wardum og Oldboys vann Marner Joensen á Óðin, hetta eru ikki FM kappingar.