FM Í GONGULØGUM AVGJØRT

Leygardagin vóru FM finalurnar avgjørdar uppi undir Kráarheyggi, sermerkt við kappingina er at fleiri FM vinnarir ikki vunnu á degnum, men gjørdist FM vinnarar tí vinnarin á degnum ikki hevði luttikið í nóg nógvum kappingum frammanundan. 

Hetta kemst av tí at treytirnar fyri at luttaka í FM finaluni, er at rossið hevur luttikið í minst tveimum av teimum trimum kappingunum ið hava verið frammanundan. Øll ross kunna tó luttaka í kappingini, tey eru bara ikki við í FM stríðnum. 

Tær stóru greinarnar í gonguløgum eru fjórgongd, fimmgongd og so Tølt – Fjórgongdina og Tølt á degnum vann Knút Lútzen á hestinum Kára, Tøltið vann hann sera sannførandi, men í fjórgongdini fekk hann harða kapping frá trimum rossum, Kammila við Valborg Laksafoss, Strák við Regini Johannessen og Verðandi og Kristfríð D. Jacobsen – Av tí at Kári ikki leyk treytirnar til FM, gjørdist Kamilla og Valborg Laksafoss FM vinnarar. 

Í Tølt var sama skil, hóast sannførandi sigur á degnum var Kári ikki við í FM, tísklil vunnu Jacklin Durhuus og Hafdís FM í Tølt Skeiðkappingin var eisini sera spennandi, men at enda vunnu Gylling við Klæmint T. Myllhamar hana, men munurin til Hera Dahl á Stígi var sera lítil  

Hinar greinarnar á degnum vunnu V5 Nina Brockie á Báru – T7 Nina Brockie á Báru – T1 Ung Ragnheiður Dam á Hugi – V1 Ung Sedea B. Nolsøe á Kletti – Skeið 100 mtr Bárður Johannessen á Syrpu

Yvirlit yvir FM vinnarar o.a. er her 

Føroya Meistarar ung
V1: Sedea B. Nolsø og Klettur frá Blessastöðum
T1: Ragnheiður Ó. Dam og Hugi frá Hrepphólum
F1: Sedea B. Nolsø og Stilkur fra Frisendal

Føroya Meistarar

100 m skeið: Klæmint T. Myllhamar og Gylling frá Neðra-Seli
F1: Klæmint T. Myllhamar og Gylling frá Neðra-Seli
V1: Valborg Laksáfoss og Kamilla frá Árbakka
T1: Jacklin Durhuus og Hafdís frá Syðri-Hofdölum
T2: Ester Dahl á Heygym og Vorboði frá Akurgerði

Úrslit ársins rytti
1. Ester Dahl á Heygnum við 49 stigum 
2. Knút Lützen við 42 stigum
3. Valborg Laksáfoss og Kristfríð D. Jacobsen við 41 stigum

Úrslit 100 m skeið
Nr 1 Bárður Johannessen og Syrpa frá Syðri-Hofdalum 9,86 sek.
Nr 2 Klæmint Myllhamar og Gylling frá Neðra-Seli 9,97 sek.
Nr 3 Beinta Poulsdóttir Debes og Kór frá Norður-Hvammi 10,84 sek.

Mynd: Halla Askersdóttir