NEVNDIN AFTURVALD

TAÐ VÓRU VÆLNØGD REIÐFÓLK SUM Á AÐALFUNDINUM ENDURVALDU ALLA NEVNDINA Í RÍÐISAMBANDINUM 

Tað vóru ikki tey stóru máini at taka støðu til á aðalfundinum hjá Ríðisamband Føroya mánadagin. Roknakapurin var positivur og var einmælt góðkendur. Nevndin var eisini øll afturvald, teir ið manna nevndina eru Brandur í Dali, fomaður, Zacharias R. Jacobsen, næstformaður og Símun Skaalum nevndarlimur. 

Brandur í Dali sigur at tað hevur sínar orsøkir at roknskapurin hevur lutfalssliga stórt avlop í 2018, har vóru ikki nógvar altjóða kappingar og ymsar útreiðslur ganga um árskiftið og verða tískil bókaðar í 2019. Men hann leggur afturat at hjá einum lítlum sersambandið við ongum privatum stuðlum, er eisini neyðugt at hava eitt sindur á bók tá á stendur. Dentur verður eisini lagdur á at ikki taka størri útreiðslur á seg, enn sambandið veit tað megnar at rinda. 

Árið í ár fer eisini at hava munandi størri virksemið enn 2018. HM er í Berlin í august og tá vóna tey at kunna senda eitt ella tvey reiðfólk. Tað er sera kostnaðarmikið at senda ross uttanlanda at kappast, men ríðisambandið metir at tað er umráðandi at føroysk reiðfólk umboða Merkið, um tey hava støðið til tað. Føroyar hava fingið nógv góð úrslit til HM og NM kappingar seinastu árini. 

Nevndin í ríðisambandinum hevur tí avgjørdu støðu at altjóða luttøka ikki má kosta so nógv, at tað ávirkar heimligar kappingar og virksemið annars, serliga er tað ungdómsarbeiði sum verður raðfest.