KAPPINGARVINNARI SLEPPUR IKKI AV LANDINUM AT KAPPAST

VEGNA ES LÓGIR OG MANGLANDI ARBEIÐSORKU HJÁ HEILSUFRØÐISLIGU STARVSSTOVUNI, SLEPPUR STRÁKUR IKKI AV LANDINUM AT KAPPAST  

Tað kann tykast at sindur óskiljandi fyri reiðfólk og onnur við áhuga fyri ítróttini, at nummar eitt í einari kapping ikki kann umboða Føroyar uttanlanda, men bæðir nummar tvey, trý, ja øll hini sum vóru við í stóru gongulagskappingini seinasta vikuskiftið kunna umboða Føroyar uttanlanda. 

Tá hetta hendur í føroyskum ítrótti er orsøkin vanliga tann at talan er um útlendingar sum búgva og kappast her í landinum. Men í hesum døminum er støðan tann øðvugta, Strákur úr Marknagili, er sum navnið bendur á aldur í Føroyum, meðan allir kappingarneytarnir hendan dagin eru aldir uttanlanda. 

Orsøkin til at Strákur ikki sleppur av landinum at kappast, er tann at Heilsufrøðisliga Starvsstovan herfyri strammaði upp á lógartulkingina av ES lóg um flutning av rossum millum Føroyar og ES. Trupulleikin er sum skilst at starvsstovan ikki longur metir at nakar myndugleiki í Føroyum hevur loyvi at skriva neyðug pass til ross sum eru ald her á landi. 

Í skrivið til tey sum takast við rossaflutning sigur Heilsufrøðisliga Starvsstovan, at tey vegna væntandi arbeiðsorku ikki fáa gjørt nakað við trupulleikan og vísa til at tey hava kunnað Uttanríkis og Vinnumálaráð um trupulleikan.

Formaðurin í Ríðisambandinum, Brandur í Dali sigur seg vera sera harman um støðuna og at hann fer at kanna um tey fáa gjørt nakað við málið, m.a. við at biða um fund við avvarandi myndugleikar. Brandur í Dali sigur eisini at hann ikki lastar starvsstovuna fyri teirra støðutakan, tey tulka lógir eftir besta førimuni, og tað er helst tað tey eru tilætlaði at gera. Samstundis harmast formaðurin í ríðisambandinum tó um at tað í hesum førinum skal hava so stóra ávirkan á ríðiítróttina, at politikkarar og embætisfólk ikki hava megna at loyst hendan trupulleikan.