NÓGVIR NÝGGJIR VINNARAR
SERA JAVNA OG SPENNANDI KAPPINGIN UNDIR KRÁARHEYGGI, ENDAÐI VIÐ AT FLEIRI NÝGGJIR VINNARAR VÓRU FUNNIR
Onnur uttandura Topp Ross kappingin var leygardagin. Kappingarnar vóru í flestu førum sera javnar og spennandi og ofta vóru bara desimalar á muni millum rossini.
Í fjórgongd vann Kristfríð Dam Jacobsen á Verandi, tey bæði vunnu mest uppá at vera sera støðug í teirra avrikum, har onnur svingaðu meira í úrslitinum – Beint aftanfyri tey á einum deildum øðrum plássið vóru Esther Dahl á Heygum á Vorboða og Valborg Laksafoss á Kamillu. Esther Dahl á Heygum er eitt av ungu stjørnuskotunum innan ríðing, hóast bara 13 ára gomul, kappast hon á jøvnum føti við teimum vaksnu.
Fimmgongdina vann Valborg Laksafoss á Tórey, Tórey vann eisini hesa greinina seinastu kapping, men tá var tað við Knút Lútzen á bakið. Nummar tvey gjørdist Heri Dahl á Stígur og nummar trý var Ragnheiður Dam á Viðalin Viðir
T1 Tøltfinaluna var eisini vunnin av Kristfríð Dam Jacobsen og Verandi, men hetta var í sera harðari kapping við heili trý onnur ross, Strák við Regin Johannessen á bakið, Amor og Leif Berg og Huga við Ragnheiður Dam á bakið. Øll rossini í finaluni vóru tó so tøtt at tað bara skuldi eitt lítið mistak til fyri at missa plaseringar.
Óluva á Lofti og Kopar vunnu V5, Esther Dahl á Heygum og Vorboði sigraðu í T2 meðan Helena Dahl Thomsen og Elska vunnu í T7.