STRÁKUR TÓK NÓGV Á BÓLI

FYRSTA UTTANDARAKAPPINGIN Í ÁR, VAR HILDIN UNDIR KRÁARHEYGGI LEYGARDAGIN. 

Veðrið var gott undir Kráarheyggi leygardagin, ikki tað, eitt vet av mjørka lá í dalinum, men ikki nakað sum órógvaði kappingina. 

Reiðfólkini vóru sum vera man spent at koma í gongd, nú skuldi venjingin hendan veturin gjarna vísa seg aftur í úrslitum á breytini. Tað vóru eisini nógv flott ross at síggja og eisini nøkur væl gongd ross. 

Serliga fall kanska Strákur hjá Regini Johannessen í eygað, hesin greðingurin teir sjálvur hava alt. hevur kappast fyrr, men hevur kanska ongantíð verið betri fyri enn beint nú. 

Hetta gav eisini úrslit, Strákur vann fjórðgongsgreinina og gjørdist nummar trý í Tølt. Flott úrslit sum skuldi boða frá einum góðum kappingarárið hjá Stráki. 

Fimmgongdina vann Knút Lútzen á Tórey, tey bæði vóru rættiliga sannførandi, men tá tey fingu eitt greitt sjey tal í skeið var eingin ivi um fyrstaplássið hjá teimum. 

Aðrir vinnarir vóru í V5, Lív Heinesen á Háreka – T7 Ragnheiður á Huga – T2 Esther Dahl á Heygum á Vorboða – T1 Jacklin Durhuus á Hafdís. 

Fleiri myndir eru at síggja í myndasavnið á hesu leinkju:

https://www.ridisamband.fo/myndasavn/topp-ross-uttandurakapping-1-2019