Góð úrslit til NM hesa ferð

Føroyski hópurin, sum hevur verið í Svøríki í sambandi við NM í gonguløgum er nú komin heim aftur á klettarnar við einari góðari uppliving í skjáttuni.

Tað vóru hjúnini Knút Lützen og Valborg Laksáfoss, sum umboðu Føroyar hesa ferð. Við sær høvdu tey tilsamans trý ross og luttóku í Gæðingakeppni GDB og slakteymatølti T2

Í innleiðandi kappingunum gekst væl hjá teimum báðum, tá Valborg og Stæll frá Skagaströnd komu í B finalu í gæðingakeppni, meðan Knút og Kári frá Ásbrú komu í A-finalu í gæðingakeppni og Knút og Hvinur frá Árbærjarhjálegu II somuleiðis endaðu í A-finalu í T2.

Knút og Kári kappaðust fyrstu ferð í GDB í Álandi í 2022, har teir ikki gjørdu mætari enn at vinna kappingina og gjørdust tá norðurlendskir meistarar. Í 2024 gekst eisini væl í Herning, tá vunnu teir báðir silvur. Hesa ferð endaðu teir á einum 5. plássi við karakterinum 8,60. Valborg og Stæll, sum ikki hava kappast í GDB fyrr, komu í B-finaluna, har tey endaðu við karakterinum 8,36.

Knút og Hvinur luttóku í T2 fyri fyrstu ferð og í innleiðandi umfarinum fingu teir 7,10 í karakteri og komu sostatt við í A-finaluna, har teir endaðu á 5. plássi.

Nú fáa rossini eina uppiborna feriu eftir eina langa og hendingarríka ferð og kunnu njóta lívið úti á beiti.

Tað næsta stóra tiltakið í kappingum við íslandsrossum er HM, sum verður frá 27. juli til 1. august 2027 í Rieden í Týsklandi.