
Grani gjørdi bart á nýggju ríðibreytini
Heldur óvæntað var tað Hallur Hansen og Grani sum vóru fyrstir at vinna Tvíspor 1 flokk, á nýggju breytini hjá Føroya Ríðingarfelag – Hetta merkir at nú tvær FM kappingar eru eftir, hava heili fimm ross møguleika at vinna FM. Tá kappríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag ólavsøkudag endaði, var svart av fólki á Kráarheyggi, har man…

Nýggjur vinnari í sera javnari kapping
Ranja H. Djurhuus og hesturin Sirkill, sum hava vunnið nógv í kappingini Tvíspor ung, vunnu á fyrsta sinni í Tvíspor vaksin. Myndatekstur: Á myndini síggja vit Ranju H. Djurhuus og Sirkill í harðari kapping við Alberg B. Lützen og Braga Aftaná avbjóðingar av veðrinum, sum førdu til at kappríðingin var útsett frá leygardegi til sunnudag,…

Sera tætt millum tey fremstu í Vágum
Munurin frá nummar eitt, til nummar seks, í Tvíspor 1 flokkur, var einans 68 hundrandapartar av einum sekundi. Kappríðingarárið 2025 byrjaði leygardagin, á vøllinum hjá Vága Ríðingarfelag við flúgvarabedingina. Hóast veðrið var heldur váttligt, so gjørdist kappingin sera spennandi. Serliga í Tvíspor 1 flokki, har tað var sera tætt millum øll rossini, einans 3 hundrandapartar…

FM í kappríðing byrjar leygardagin
Ríðibreytin hjá Vága Ríðingarfelag, við flúgvarabedingina, verður pallur fyri fyrstu FM kappingina í kappríðing í ár. Kappingin verður leygardagin kl 15 og kappast verður sum vant í fimm greinum, Skeið, Tølt, Trav, Tvíspor ung og Tvíspor vaksin. Undan fyrstu kappingina er altíð spenningur um hvørji ross vera við hesuferð. Stórar broytingar hava verið seinastu árini,…

Svanna og Barbara vunnu á ólavsøku
Nógv fólk vóru møtt til spennandi kappríðing ólavsøkudag Tað var hugaligt at vera til kappríðing ólavsøkudag, tilmeldingin var góð og nógvir spennandi riðlar vóru í væntu. Tað sum oftast er mest spenningur um er Tvíspor ung og ikki minst Tvíspor l flokkur. Seinasta ár vann Silfa við Ásu Bárðadóttir suverent Tvíspor ung, men í ár…

ÓLAVSØKUKAPPRÍÐING
Ólavsøkukappríðing verður 29.juli kl.15 uppi á ríðibreytini við Marknagil Hesuferð kann man melda til tvíspor 2. flokk, har riðið verður 250m. Tølt og skeið ríða 100m og tvíspor ung ríða 250m. Trav er eisini 250mtrTað er leysur startur í tølt, skeið, trav, tvíspor ung og tvíspor 2. flokkur