Grani gjørdi bart á nýggju ríðibreytini

Heldur óvæntað var tað Hallur Hansen og Grani sum vóru fyrstir at vinna Tvíspor 1 flokk, á nýggju breytini hjá Føroya Ríðingarfelag – Hetta merkir at nú tvær FM kappingar eru eftir, hava heili fimm ross møguleika at vinna FM.

Hallur Hansen far handað nýggja ferðasteypið, fyri at hava havt bestu tíð á degnum.

Tá kappríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag ólavsøkudag endaði, var svart av fólki á Kráarheyggi, har man hevur eitt framúr útsynið oman á nýggju breytina. Veðrið var gott og fólk hugnaðu sær í góðu kørmunum úti í Havnardali.

Spenningurin var eisini stórur og sum kappingin endaði, so verður enn størri spenningur til komandi kappingar, tí onkur favorittur snávaði og onkur sum tað kanska ikki var væntað tað stóra av, gjørdi ein vørr og otaðu seg frameftir á FM talvuni.

Størstur spenningur er helst í Tvíspor 1 flokkur. Sum nevnt omanfyri so vann Grani við Halli Hansen á baki, teir báðir hava fyrr vunnið onkra kapping, men í ár hava teir tó ligið eitt vet aftanfyri hini rossini. So var ikki á ólavsøku. Grani kom rættiliga til sín rætt á 400 metra breytini og vann greitt við tíðini 28,61. Nummar tvey var Svanna og Barbara Carlsen við tíðini 29,57 og nummar trý Sirkill og Ranja H. Djurhuus við tíðini 29,89. Støðan í FM er tann, at Sirkill hevur 14 stig, Svanna og Silfá 13 stig og Grani og Bragi 11 stig. Vænti tað er eindømi, at fimm ross hava møguleika at vinna FM, nú bert tvær kappingar eru eftir.

Skyldfólkini Barbara R. Mouritzen og Sjúrður Holm kappast

Eisini í øðrum greinum er stórur spenningur um FM. Brynjar við Regin Johannessen vunnu í tøltinum og løgdu seg harvið á odda í FM við 18 stigum. Tango og Silja G. Eystberg sum gjørdist nummar tvey á degnum eru eisini nummar tvey í FM við 17 stigum. Strákur og Bárður Johannesen gjørdist nummar trý á degnum og hava sama pláss í FM við 13 stigum.

Skeiðgreinina vann Brúni við Jóannes Debes á baki, Teir eru eisini á odda í FM við 17 stigum, sama stigatal hava Stígur og Randarsól Heinesen, sum gjørdist nummar trý á degnum. Nummar tvey á ólavsøka var Kvika við Bárði Johannessen. Trav vann Grettir við Yrsu H. Djurhuus, tey bæði hava vunnið nógv fyrr, men hava ikki verið við fyrr í ár. Á degnum gjørdist Dropi og Lív Djurhuus nummar tvey og Doran við Fíu Nolsøe nummar trý. FM støðan er soleiðis, at Gígur hevur 13 stig, Dropi 12 stig og Doran og Gletta 11 stig.

Tað er altíð stórur spenningur um hvør vinnur Tvíspor ung, Thor og Sólrun Lútzen høvdu vunnið báðar kappingarnar undan ólavsøku, men nú á ólavsøku mátti tey taka til takkar við einum plássið sum nummar tvey. Vinnnarin var tann sami sum á ólavsøku í fjør. Kiljan við Simonu Tornby á baki. Nummar trý Sproti við Helenu D. Nilssen. Thor er enn á odda í FM stríðnum við 19 stigum, Kiljan hevur 17 og Orka 10 stig.

Tvíspor 2 flokk vann Marengo og Barbara Carlsen, nummar tvey var Bleikur og Elisabeth Niclasen og nummar trý gjørdist Tindur og Barbara R. Mouritzen

Næsta kapping verður eisini í Havnardali, tað verður leygardagin 16 august.

Hesturin hjá Zacharias R. Jacobsen, Fúsi, fekk handa ferðasteyp, fyri bestu úrslit á ólavsøku farnu 15 árini
Grani og Hallur Hansen greitt á odda í teirra riðli